10.04.2014 · Løgmansskrivstovan

ES-dómurin hevur onga ávirkan

ES-dómurin hevur onga ávirkan

Úrskurðurin hjá ES-dómstólinum týsdagin um logningsreglurnar ávirkar ikki uppskotið um at broyta rættargangslógina, sum Løgtingið viðger í løtuni.

Hetta kemst fyrst og fremst av, at tað hevur ongantíð verið ætlanin, at logningsreglurnar skuldu setast í gildi í Føroyum beinanvegin.

Verður lógaruppskotið samtykt, er ein heimild til logning av dátu í rættargangslógini, men heimildin kemur ikki í gildi saman við restini av lógaruppskotinum.

Heimildin kann setast í gildi við kunngerð frá danska løgmálaráðharranum í samráð við landsstýrið. Hetta verður ikki gjørt, áðrenn neyðugar logningsreglur er gjørdar, sum sjálvsagt ikki eru í stríð við grundleggjandi reglur um privatlív hjá tí einstaka.

Áðrenn kunngerðirnar eru gjørdar og lýstar, eru ongar reglur um logning galdandi í Føroyum, hóast lógaruppskotið er samtykt av løgtinginum.

Her kann leggjast afturat, at bæði Vodafone og Føroya Tele vera við í arbeiðnum at gera logningskunngerð.

Í stuttum kann sigast, at EU-logningsdirektivið varð ógildað, tí tað er ov víttgangandi.

Dómstólurin vísir á, at logningsdirektivið fevnir um allar persónar, øll elektronisk samskiftistól og ferðsludáta, uttan at tað á nakran hátt verður gjørd nøkur avmarking ella undantak í mun til endamálið at basa grovum kriminaliteti.

Dómstólurin sigur tó eisini, at logning sum so er í lagi, og at endamálið við logningini at basa álvarsligum kriminaliteti eisini er sakligt, men logningin er ikki nóg væl avmarkað við atliti at tryggja, at inntrivið einans er avmarkað til tað mest neyðuga.


Nú verður uppgávan hjá ES-londini eftirhyggja teirra logningsreglur og út frá dómsúrskurðinum meta, um tað er neyðugt at gera broytingar.

Fyri okkara viðkomandi merkir hetta, at Danmark nú fer at eftirkanna teirra logningsreglur. Áðrenn hetta arbeiðið er liðugt, verða ongar logningsreglur settar í gildi í Føroyum.

Kringvarpið varð í gjár kunnað um, at ES-dómurin als onga ávirkan hevur á broytingarnar í rættargangslógini, men Kringvarpið valdi ikki at taka hesar upplýsingar við í viðgerðini í gjár.