07.02.2015 · Løgmansskrivstovan

ES-felagsnevndarfundur verður í vár

ES-felagsnevndarfundur verður í vár

Føroyar og ES avráddu herfyri at halda felagsnevndarfund í vár. Spentu viðurskiftini millum Føroyar og ES frá 2010 til 2014 forðaðu fyri, at felagsnevndarfundur kundi koma í lag. Landstýrið royndi fyri tveimum árum síðan at seta ein felagsnevndarfund á dagsskrá, men ES sýtti fyri hesum, tá ið silda- og makrelósemjan var í hæddini.

- Vanliga mannagongdin í felagsnevndini hevur verið, at okkara ynski um broytingar eru gjørdar við støði í ynski frá vinnuni. Síðani 2007, tá komið var á mál við málunum, ið vinnan hevði havt ynski um at loysa, hava hvørki Vinnuhús ella aðrir partar av vinnuni heitt á okkum um at taka nýggj mál upp í felagsnevndini. Hetta bendir á, at vinnan hevur verið nøgd við verandi handilskarm við ES. Á felagsnevndarfundinum í vár fara vit at umrøða spurningar um niðursjóðaðan makrel, royktan laks og negativ listan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Bæði Ísland og Noreg eru kappingarneytar, tá ið talan er um marknaðaratgongd fyri fiskavørur. Galdandi handilssáttmáli millum Føroyar og ES stendur yvirskipað ikki aftanfyri marknaðaratgongdina hjá hvørki Noreg og Íslandi.

- Vit hava við øðrum orðum í løtuni at kalla somu kappingarstøðu sum okkara grannalond. Nú ræður um, at vit í Føroyum standa saman og arbeiða í felag fyri at tryggja okkara fyritøkum so lagaligar treytir sum gjørligt á ES-marknaðinum, vísir løgmaður á.

ES-felagsnevndarfundurin er ásettur at vera í mai. Hann verður í Føroyum.