Evnisdagurin hjá landsfyrisitingini 2009 – vit seta skynsemi í hásæti
Fríggjadagin 28. august var árligi felags evnisdagurin fyri starvsfólkini í landsfyrisitingini, ið fevnir um tey nýggju stjórnarráðini. Dagurin varð hildin á Hotel Føroyum.
Heitið á degnum var Skynsemi í hásæti, ið er eitt av felags virðunum hjá stjórnarráðunum. Evnini í ár vóru leiðsla og mál- og avrikstýring í almennu fyrisitingini.
Løgmaður, Kaj Leo Johannesen setti dagin. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri greiddi frá stevnumiðunum hjá landsfyrisitingini og søguna um virðisgrundarlagið. Síðani høvdu Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum og Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, framløgur um mál- og avriksstýring í almennu fyrisitingini og royndir viðvíkjandi avrikssáttmálum við almennar stovnar.
Eyðbjørn Poulsen, ráðgevi, hevði fyrilestur um øðrvísi arbeiðshættir í landsfyrisitingini m.a. við støði í virkisfilosofiini Lean.
Høvuðsfyrilestrarhaldari var Kurt Klaudi Klausen, professari í almennari fyrisiting og leiðslu, á Syddansk Universitet. Kurt Klaudi Klausen hevur í donsku miðlunum fingið heiti Mr. almenn leiðsla. Fyrilesturin snúgvi seg um New Public Management og leiðsla í almennari fyrisiting.
Seinnapartin var bólkaarbeiði, pallborðsfundur og samanumtøka.
Endamálið við felags evnisdøgum í landsfyrisitingini er, at starvsfólkini gjøgnum lærdóm, kjak og samveru skapa felags hugburð og styrkja álit, virðing og samstarvi sínámillum, og so felags virðisgrundarlagið verður rótfest í landsfyrisitingini.
Tað hevur týdning, tí stjórnarráðini hava sama tilverugrundarlag (missjón): At veita landsstýrinum ráð, tryggja haldgott grundarlag og gera hugskot til veruleika
Og sama yvirskipa mál (visjón): At vera fremst í nýskapan, arbeiðslagi og samskifti
Hetta var fimta ár á rað, at landsfyrisitingin hevði felags evnisdag.