31.07.2013 · Løgmansskrivstovan

Evropa Kommissiónin hevur fingið undirtøku fyri tiltøkum móti Føroyum

Evropa Kommissiónin hevur fingið undirtøku fyri tiltøkum móti Føroyum

Evropa Kommissiónin hevur í dag fingið undirtøku frá serligu nevndini fyri fiskivinnu og aling at seta í verk handilstiltøk ímóti Føroyum orsakað av sildamálinum.

 

Talan er um forboð ímóti øllum innflutningi av sild og makreli úr Føroyum til ES marknaðin, íroknað transit, eins og at ES havnir verða stongdar fyri skipum, ið antin fiska ella flyta sild og makrel úr Føroyum.

 

Aftaná samtyktina í nevndini, er tað er nú upp til ES Kommissiónina einsamalla at avgera nær í tiltøkini verða lýst at koma í gildi. Ábendingar eru kortini um, at tað ikki fer at henda eins skjótt sum higartil hildið, og at tað í minasta lagi fara at ganga nakrar vikur afturat, áðrenn tað hendir.

 

Løgmansskrivstovan hevur seinnapartin sent tíðindaskriv út til útlendskar fjølmiðlar. Sí tíðindaskrivið her.