Ewa Björling, svenskur handils- og samstarvsráðharri, hevur seinnapartin tveir fundir í Løgtinginum.
Fyrri fundurin var við føroysku limirnar í Norðurlandaráðnum, Helga Abrahamsen og Høgna Hoydal.
Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, luttók eisini á fundinum.
Á fundinum varð m.a. umboðanin hjá sjálvstýrandi londunum í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum umrødd.
Føroyar hevur leingi havt ynski um at gerast sjálvstøðugt limaland í norðurlendska samstarvinum.
Svøríki hevur ein virknan leiklut í spurningunum um sjálvstøðugan limaskap, tí kann tað verða eitt umráðandi stig á leiðini, at hetta mál varð tikið upp við føroysku sendinevndini eftir ynski frá Svøríki.
Seinni fundurin var við Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Á fundinum luttóku fleiri av svensku vinnulívsumboðunum. Ewa Björling, ráðharri, var ógvuliga áhugað at fáa at vita meira um føroyska fiskivinnu og týdningin, ið fiskivinnan hevur fyri føroyska búskapin.
Eisini var hon áhugað at hoyra landsstýrismannin greiða frá, hvørji útlit eru fyri at beina ES handilsforðingarnar burtur.
Svenska sendinevndin hevur annars luttikið á Javnstøðuráðstevnu og Vinnulívsseminar í dag, umframt at tey hava vitjað Fróðskaparsetrið, Boðanesheimið, NORA og Guðrun og Guðrun.
Í kvøld er Ewa Björling vertur fyri døgurða á KOKS.