Ewa Björling, svenski handils- og samstarvsráðharri, fór fyrrapartin í gjár av aftur landinum eftir at hava vitjað Føroyar síðan mánadagin.
Ewa Björling var sera væl nøgd við vitjanina, og metti seg at hava fingið eitt betri innlit í føroyska samfelagi og samstarvsmøgleikar millum londini bæði. Eisini var hon sera hugtikin av øllum tí, hon hevði sæð og upplivað.
Áðrenn Ewa Björling fór avstað úr Føroyum, var farið út í Koltur har bóndahjúnini Bjørn og Lükka Patursson tóku ímóti og vísti m.a. svenska fylginum umvælda býlingin Heima í Húsið umframt serstaka teigalendið.
Svenski handilsmálaráðharrin fór síðan av stað við flogfarinum hjá svensku stjórnini, meðan restin av svenska fylginum fór til Bíggjar at vitja Hiddenfjor, umframt at farið var út í Tindhólm í dýrdarveðrinum í gjár.
Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, hevur verið vertur fyri vitjanini saman við Johan Dahl vinnumálaráðharra.
Landsstýriskvinnan var eisini sera væl nøgd við vitjanina og væntar og vónar, at vitjanin bæði kann ávirka føroyskan sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska samstarvinum positiva vegin, umframt at mál av felags áhuga verða loyst.
Svøríki hevur ein týdningarmiklan leiklut í spurninginum um føroyskum sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, og tí hevði vitjanin stóran týdning.
Samstundis vónar Annika Olsen, at vitjanin hevur verið við til at styrkja tey handilssambond, sum longur eru millum londini, umframt at nýggjar dyr verða latnar upp við hesi vitjanini.