Fyrrapartin í dag vitjaði eysturríkski sendiharrin í Keypmannahavn, Erwin Kubesch, í Tinganesi. Sendiharrin er á kunnandi ferð í Føroyum.
Sendiharrin hitti løgmann, Kaj Leo Johannesen. Teir skiftu orð um m.a. altjóða fíggjarkreppuna, fiskivinnu og ES. Prátað varð eisini um fótbólt og landsdystin millum Føroyar og Eysturríki, sum verður leygardagin.
Sendiharrin handaði løgmanni eina gávu, ein fótbólt av tí slagnum, sum vóru nýttir undir EM í Eysturríki og Sveis.