Løgmansskrivstovan   >   Faroese Edition   >   Kunning   >   Tíðindi   >   Farvæl korona
28.02.2022 · Løgmansskrivstovan

Farvæl korona

Farvæl korona

Hóast ein álvarslig trygdarkreppa hevur tikið seg upp í Evropa, sum í ávísan mun eisini rakar Føroyar, so kunnu vit kortini gleðast um, at heilsukreppan, sum hevur sett sín óunniliga dám á gerandisdagin seinastu tvey árini, nú sær út til at koma at enda. Frá í dag 28. februar eru allar koronuavmarkingar avtiknar.

Gamalt var, at vit í Føroyum vitjaðu hvønn annan uttan at hava fingið eina innbjóðing. Vit høvdu tó fegin viljað sloppið undan óbodna gestinum, sum ”stakk inn á gólvið” á Grækarismessu fyri skjótt tveimum árum síðani. Vit megnaðu at tveita hann á dyr, men ferð eftir ferð vendi hann aftur.

Sæð við politiskum brillum hevur koronan ikki bara verið hættislig. Hon hevur eisini verið ómøguliga torfør at rokna út. Hon hevur verið lúnsk.  Hvørja ferð vit hildu at hon var tveitt á dyr, so vendi hon aftur. Ofta í nýggjum hami. Tí er tað sostatt ikki uttan himpr, at eg skrivi hesi orð – og at eg nú vænti at kunna veittra koronu farvæl.

At dansa við farsóttini
Tá ið hetta landsstýrið tók við á heysti 2019, hevði eg ikki ímyndað mær, at valskeiðið skuldi fara at vera so nógv merkt av eini farsótt. Tað eru ávísar hendingar og ávís tíðarskeið, sum kunnu seta eina politiska skipan og eitt samfelag undir serliga stórt trýst. Tá ið korona kom í mars 2020, varð landið sett í undantaksstøðu. Vit ræddust – av røttum – nýggju og ókendu sjúkuna. Seinni lærdu vit at tillaga okkum – at ”dansa” við farsóttini, sum fleiri hava málborið seg. Virusið broytti seg frá tí upprunaligu útgávuni til Alpha, Beta, Gamma og Delta, umframt onnur minni kend frábrigdi. Nógv doyðu av sjúkuni uttanlands, og tí máttu vit eisini ansa væl eftir, hóast sjúkan ikki tyktist at raka føroyingar so meint sum aðrastaðni.

Tað er lagnunnar speisemi, at tað nú tykist sum koronan hevur sigrað seg sjálva í hel. Seinasta frábrigdið, Omikron, vísti seg at vera av slíkum slag, at hon smittaði verri, men var minni vandamikil. Afturat okkara egna høvuðsvápni, koppseting, broyttist lívfrøðin eisini so grundleggjandi, og korona fór brádliga frá at vera ókend og vandamikil sjúka til at vera nakað, sum líkist meira vanligum beinkrími. Vit telja framvegis upp í nógv smittað, men sjúkan hevur ikki sama bit. Sjúkueyðkennini eru mildari enn, við undanfarnu frábrigdunum.

Allir hugsandi hættir
Meðan sjúkan leikaði harðast á, vóru allir hugsandi hættir at avmarka smittuna brúktir. Gjøgnum eitt langt tíðarskeið undir koronakreppuni kannaðu vit fyri korona meira effektivt enn nakað annað land. Tveir dagar fyri gamlaárskvøld 2020 kom fyrsti kassin av koppingarevni til landið. Í 2021 megnaðu vit at koppseta næstan øll í Føroyum.

Tilbúgvingin, bæði í sambandi við kanningar og koppsetingar hevur verið eitt bragd, sum ongantíð hevur sæð sín líka í føroyskari søgu. Hetta bragdið er høvuðsorsøkin til, at vit eru komin so væl gjøgnum kreppuna. Takk til tykkum øll sum hava potað, prikað, ansað og analyserað.

Men tað eru eisini aðrar orsøkir til, at tað hevur gingið lutfalsliga væl í Føroyum samanborið við onnur lond. Vit hava verið røsk til at broytt okkara sosialu atferð, tá ið umstøðurnar hava kravt tað av okkum. Vit hava avlýst tiltøk og á ymiskan hátt borið okkum rætt at, fyri at minka um smittuvandan.

Álit
Men hvat nytta politisk tilmæli um at lata seg kanna, koppseta ella at halda frástøðu, um ikki fólkið tekur undir við teimum og hevur álit á boðskapinum? Tíbetur hava Føroyingar metstórt álit – samanborið við onnur lond – á serfrøðingar, myndugleikar, miðlar og á hvørjum øðrum. Álit er ein týdningarmikil eginleiki í einum samfelag. Í londum, har álitið millum manna er lágt, hava tey havt nógv størri avbjóðingar at fáa fólk at taka undir við politisku stýringini. Í Føroyum hevur høga álitið havt øvugtan virknað – tað hevur verið avgerandi fyri, at vit hava klárað okkum gjøgnum kreppuna.

Tí er hetta eisini ein eginleiki, vit skulu hjúkla um, tí hann er ikki bara týdningarmikil fyri trivnað í gerandisdegnum. Hann verður eisini avgerandi, tá ið vit koma í kreppustøður aftur í framtíðini. Tí er tað nakað vit hava upplivað hesa seinastu vikuna, so er tað at tað skjótt kann draga aftur á luftina.

Tann tunga byrðan
Vit hava øll offrað okkum, men givið er, at summi hava borðið byrðuna meira enn onnur. Nógv eru komin gjøgnum kreppuna, uttan at hon hevur ávirkað lívsgóðskuna, heilsuna ella inntøkuna. Hinvegin eru tað tíverri eisini tey, sum hava kent sviðan av koronakreppuni. Summi hava verið nógv einsamøll, summi hava fingið verri likamliga ella sálarliga heilsu og hjá summum hevur kreppan tikið ein stóran bita burtur úr inntøkuni.

Og so er tað tey ungu. Tey ungu hava goldið ein lutfalsliga høgan prís. Tvey ár er long tíð, tá ið man er 15 ár. Tá hevur sosiala samveran við vinfólk alt at siga. Eg skal viðganga, at tað hevur verið sera torført at staðið við avgerðini um at skerja sosialt virksemi og at avmarka samveruna og stuttleikan, sum vanliga er grundleggjandi partur av at vera ungur og at vaksa til.

Men eg kann vissa um, at avrikið, offrið, upplivingarnar, royndirnar og tilfeingið, sum vit hava brúkt til koronukreppuna, ikki hava verið til fánýtis. Sum samfelag hava vit fingið virðismiklar tilbúgvingarroyndir, skuldi ein líka álvarslig kreppa stungið seg upp í framtíðini.

Ikki til fánýtis
Vit eru farin at fyrireika eina eftirmeting av koronakreppuni og okkara handfaring av henni. Vit skulu tryggja, at skipanir og mannagongdir, sum hava riggað væl, verða varðveittar, at aðrar verða tillagaðar, og at vit eisini hyggja nærri at øðrum eginleikum, til dømis samfelagsálitinum, soleiðis at hetta eisini kann vera okkum til fyrimuns í framtíðini.

Vit læra av avbjóðingunum, men nú skulu vit eisini duga at hyggja frameftir. Og vit kunnu gleða okkum til eitt samfelag uttan tær avmarkingar, vit eru blivin von við seinastu tvey árini. Tað hava vit øll uppiborið. Við hesum skal ljóða ein innilig tøkk til øll í Føroyum fyri ta ábyrgd, tit hava víst, gjøgnum hetta søguliga avbjóðandi tíðarskeiðið.

Takk!

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður