09.06.2017 · Løgmansskrivstovan

Feigdardagur á Tvøroyri

Feigdardagur á Tvøroyri

ELDSBRUNI: Løgmaður takkar øllum, sum á ymiskan hátt hava tikið eitt rimmar tak og veitt neyðuga hjálp í sambandi við eldsbrunan.

Tað er ein sorgardagur á Tvøroyri í dag, nú herviligur eldsbruni var á virkinum hjá Varðanum Pelagic. Tamarhald er til alla lukku á eldinum, sum hevur loypt hvøkk á okkum øll.

Fleiri virkisbygningar eru sera illa farnir, men tíbetur er eingin álvarsligur fólkaskaði.

Eg vil vegna Føroya landsstýri takka øllum, sum á ymiskan hátt hava tikið eitt rimmar tak og veitt neyðuga hjálp í sambandi við eldsbrunan. Eg hugsi millum annað um almennar- og kommunalar myndugleikar, bjargingarfeløg, vinnufyritøkur og privatpersónar, sum øll hava gjørt eitt risa arbeiði, sum vit sum tjóð eru sera takksom fyri.

Eg vil ynskja eigarunum bestu eydnu við at koma á føtur aftur, og tað skal vera mín fremsta vón, at ferð skjótt fæst aftur á virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, so at starvsfólkini sleppa til arbeiðis sum skjótast.

Aksel V. Johannesen

Løgmaður