08.09.2010 · Løgmansskrivstovan

Felags endamálsyvirlýsing

Felags endamálsyvirlýsing
Felags endamálsyvirlýsing
 
Forsætisráðharri Íslands og Føroya løgmaður vilja hervið vísa til grein 7 í Hoyvíks-sáttmálanum, ið varð undirritaður landanna millum hin 31. august 2005, har víst verður á viljan hjá báðum pørtum at stimbra og breiðka samstarvið landanna millum á øllum viðkomandi økjum, ið hava felags áhuga. Sipað verður serstakliga til menning av menniskjatilfeingi í almenna geiranum.
 
Við støði í ynskinum at styrkja vinabond og samstarv landanna millum í samsvari við Hoyvíkssáttmálan,  ynskja forsætisráðharri Íslands og Føroya løgmaður at víðka samstarvið millum viðkomandi stjórnarráð á hesum økjum:
 
-          Fyrisiting, leiðslu og løgfrøðiliga siðvenju í landsfyrisitingini
-          Javnstøðu, rættargrundarlag, mannagongdir, kunningar- og útbúgvingarátøk.
 
Viðvíkjandi teimum geirum, ið eru nevndir í grein 2, skal viðmerkjast, at eitt tílíkt samstarv kann vera umbýti av starvsfólki og upplýsingum, vitjanir, ráðstevnur, skeið ella felags granskingarverkætlanir.
 
Nærri útgreining um ætlanir og átøk eiga at verða tikin upp í felagsnevndini, sum er sett sambært grein 8 í Hoyvíkssáttmálanum.
 
Forsætisráðharri Íslands og Føroya løgmaður eru samd um at stimbra og styrkja vinabandið og samstarvið millum Ísland og Føroya og vátta teirra felags áhuga í góðum samstarvi í komandi tíðum og styrkjan av Hoyvíkssáttmálanum.
 
Undirritað hin 8. september 2010 í Tórshavn í trimum frumskjølum á íslendskum, føroyskum og enskum.
 
 
_______________________                    _____________________________
Forsætisráðharri Íslands                            Føroya løgmaður
Jóhanna Sigurðardóttir                              Kaj Leo Johannessen