Landsstýrið arbeiðir í løtuni við einum ítøkiligum lógaruppskoti um at taka gjald fyri Covid-19 kanningar frá ferðafólki, ið eru ávegis til Føroya.
Tað svarar løgmaður millum annað Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, sum í einum § 52a fyrispurningi spyr um Korona tilbúgvingarætlan fyri Føroyar.
”Landsstýrið hevur saman við myndugleikunum frá fyrsta degi hildið fast í somu ætlan. Tað hevur verið ein stór styrki at sleppa undan at skifta ætlan í tíð og ótíð. Við at geva hvørjum einstøkum bæði ábyrgd og álit hava vit megnað at avbyrgt og niðurbart koronusmittuna so hvørt hon hevur vunnið seg fram í føroyska samfelagnum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Hann leggur afturat, at tá ið føroyska samfelagið lat upp aftur var tað eftir grundregluni: Vit skulu hava størst møguligan samfelagsligan ágóða fyri minst møguligan vøkstur í smittubreiðingini.
”Ein høvuðsorsøk til, at landsstýrið kundi lata landið upp aftur, var, at føroyska tilbúgvingin á teimum ymisku økjunum var til reiðar, um ein onnur koronubylgja fór at taka seg upp”, svarar løgmaður millum annað.
Svar løgmans kann lesast her