Næsta ár verður avlop fyri fyrstu ferð í átta ár á fíggjarlógini. Fyri at røkka hesum verða fleiri átøk framd bæði á rakstrar-, íløgu- og inntøkusíðuni. Eisini verður ein munandi skattalætti til lág- og miðallønt latin frá 1. januar 2016. Tað er greitt, nú landsstýrið fyrrapartin hevur lagt fram sínar politisku raðfestingar og broytingaruppskot til fíggjarlógina næsta ár.
-Vit lovaðu einar samhaldfastari, sjálvbjargnari og frælsari Føroyar. Hetta fremja vit nú í verki. Eg eri fegin um, at tað er eydnast at venda halli til avlop, samstundis sum vit gera íløgur í ungdómin og framtíðina, menna vælferðarsamfelagið, og fremja eitt javnari býti av landsins virðum. Tað er eisini at gleðast um, at vit fara at heimtaka ábyrgdina av fleiri málsøkjum, at vøksturin í ríkisveitingini er steðgaður, og at Landsbankin verður endurstovnaður, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, fegnast um, at okkara stóra ríkidømi verður nú býtt javnari.
-Flakakvinnan, námsfrøðingur og sjúkrarøktarfrøðingurin og onnur lág- og miðallønt verða millum tey, sum fáa størri fíggjarligt rásarúm. Eg eri eisini fegin um, at bæði pensjónistar og familjur í fátækraváða verða lyft. Samstundis sum vit hava givið teimum veikastu bólkunum meira, hava vit vent undirskotinum, ið hevur verið síðani 2008, til yvirskot, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
Landsstýrið hevur í dag latið Løgtingsins fíggjarnevnd broytingaruppskotini at viðgera.