FÍGGJARLÓG 2018: Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 hevur Landsstýrið lagt seg eftir, at tann stóra búskaparliga framgongdin kemur øllum landinum til góðar, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Tað er ein samhaldsfastur og skynsamur fíggjarpolitikkur, sum samgongan fer at reka komandi ár. Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú uppskotið um fíggjarlóg fyri 2018 er lagt fram.
Trivaligt avlop
Hann fegnast um, at tað hevur eydnast samgonguni at leggja fram eina fíggjarlóg við einum trivaligum avlopi. Við at halda aftur, vísa varsemi, nærkast avlopið á fíggjarlógini, bæði í ár og í komandi ár við slakari hálvari milliard krónum. Hetta eru størstu avlop síðan 2001.
Framhaldandi fólka- og búskaparvøkstur
Størsti parturin av avlopinum verður brúktur til at gjalda skuld niður, meðan ein partur verður brúktur til at seta av ímótí verri tíðum. Tú fyrireikar teg ikki til framtíðina bara við at rinda skuld ella seta pening í búskapargrunn. Tað er eisini neyðugt við skynsomum raðfestingum. Í fíggjarlógini fyri komandi ár eru fleiri fjølbroyttar raðfestingar, sum málvíst bæði tryggja eitt meira samhaldsfast samfelag og framhaldandi fólka- og búskaparvøkstur. Úr rúgvuni kunnu nevnast:
Fyritíðarpensjónistarnir fáa 1.000 krónur meira eftir skatt um mánaðin
Nýtt barnaheim, sambýli til fólk við menningartarni og bú- og viðgerðarstovnur til børn og ung við autismu
Heimleys fáa betri umstøður
Barsilsskipanin verður betrað – barsilstíðarskeiðið longt 2 vikur og eftirløn løgd omaná
Dagtilboð til børn og ung á Psykiatriska Depilinum
Lesandi undir hægri lestri fáa lestrarstuðul tann 12. mánaðin
Munandi fleiri leigu- og lestrarbústaðir gerast tøkir
Størri játtan til menningar- og neyðhjálp
Í næstum standa fólkapensjónistarnir fyri tørni. Landsstýrið fer í oktober mánaði at leggja pensjónsnýskipanina fram, og tá er ætlanin, at verandi pensjónistar fáa ein lætta, sum munar.
Framgongdin øllum til góðar
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 hevur Landsstýrið lagt seg eftir, at tann stóra búskaparliga framgongdin kemur øllum landinum til góðar. Kring landið verða gjørdar íløgur, sum flyta alt samfelagið framá. Millum fjølbroyttu íløgurnar teljast:
Nýggjur húsarhaldsskúli í Klaksvík og íløgur í Klaksvíkar sjúkrahús
Nýggj høli til Sjóvinnustýrið í Vágum
Miðnám í Kambsdali útbygt og Bústaðir byggja á Toftum og í Fuglafirði
Íløgur í eftirskúla og ítróttarháskúla í Suðuroy.
Nýggj útbúgving innan list og økt játtan til átøk innan grønmetisframleiðslu á Sandi
Ferðavinnuútbúgvingin í Vestmanna mennast
Nýggja samferðslugjaldsskipan til frama fyri fastbúgvandi á útoyggj
Semja við Sjálvstýrið
Løgmaður fegnast um, at tað hevur eydnast at gera eina semju við ein andstøðuflokk um fíggjarlógina, áðrenn hon varð løgd fyri Løgtingið.
"Tað hevur ikki verið siðvenja í føroyskum politikki, eins og í okkara grannalondum, at samgonga og andstøða taka eitt lógvatak saman, tá ið størri mál eru á skrá. Komandi mánaðirnar koma fleiri stórmál fyri Løgtingið, og tað er mín vón, at samgonga og andstøða megna at leggja stríðsøksirnar til viks fyri at røkka felags málum", sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.