Tað er ein ábyrgdarfullur og varin fíggjarpolitikkur, sum samgongan fer at reka komandi ár. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú uppskotið um fíggjarlóg fyri 2021 er lagt fram.
Vælferðin raðfest
Hóast koronafarsóttin hevur órógvað føroyska búskapin í ár, ið eisini ávirkar inntøkurnar komandi ár, so er løgmaður bjartskygdur um gongdina
Tað er ein sannroynd, at koronafarsóttin hevur eina stóra búskaparliga óvissu við sær. Eina óvissu, sum ger tað neyðugt hjá landsstýrinum at binda um heilan fingur. Nøkur stig verða tikin fyri at minka um vøksturin í útreiðslunum. Hesi stig geva rúmd fyri fleiri týdningarmiklum raðfestingum vælferðina. Úr rúgvuni kunnu nevnast:
Fólkapensjónistarnir fáa meira enn 1000 krónur meira at liva fyri um mánaðin
Barnsburðarfarloyvið er nú eitt ár
Betri fyribyrgjandi barnakanningar
Styrkja undirvísingina í føroyskum til tilflytarar
Útbúgva fleiri yngri læknar og serlæknar
Tríggir nýggir bústovnar byggjast
Íløgur kring alt landið
Løgmaður fegnast um, at tað hevur eydnast samgonguni at gera eina langtíðarløguætlan, ið setur út í kortið, hvussu vit útbyggja landið komandi 10 árini. Talan er millum annað um íløgur í sjúkrahús, bústovnar, skúlar, vegir, brýr, tunnlar og skip.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 hevur Landsstýrið lagt seg eftir at gera fleiri íløgur kring alt landið.
Gevandi orðskifti
Seinastu tvær dagarnar hevur Løgtingið viðgjørt fíggjarlógaruppskotið fyri 2021. Løgmaður heldur, at orðaskiftið var siðiligt og gevandi, og sannlíkt er, at einstakar tillagingar verða gjørdar.
”Vónandi fáa vit eina góða og sakliga nevndarviðgerð í Løgtinginum komandi mánaðirnar, har samgonga og andstøðu kunnu leggja vanligu ósemjurnar til viks fyri at røkka nøkrum felags málum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Mynd: Bárður Eklund