Góðu børn, góðu ungdómar, góðu foreldur og góðu fyriskiparar.
Tað er mær ein stórur heiður at seta First Lego League-kappingina í ár. Eg havi sæð fram til hetta. Eg havi hoyrt nógv um hesar kappingar. Tær stimbra skapanarevnini og – hugin hjá tykkum, sum luttaka, og ikki minst, tær stimbra hugin fyri náttúruvísindini.
First Lego League er ein tøknikapping, har skapanarhugur, samstarv, design, vilji, toymisandi og ágrýtni gera vart við seg; spæl og læring eru høvuðstættir. Hetta at samstarva og skapa eru lutir, sum eru týdningarmiklir at duga, tí tit sjálvi og samfelagið hevur brúk fyri fólki, sum hava góðar førleikar á hesum økjum.
Eg veit frá mær sjálvum og frá mínum børnum, at vit læra best, tá ið vit hava tað stuttligt, og tá vit megna at strimbra skapandi evnini og hugflogið. Undir slíkum umstøðum kann sjálvt tungur lærdómur gerast lættur. Ja, heilakyknurnar súgva lærdómin til sín. Mørk eru næstan ikki fyri, hvussu nógv vit kunnu og vilja læra undir slíkum umstøðum.
Eg eri sera hugtikin av hesi kapping, tí tit verða stimbraði at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis í toymi. Tit menna hesi evni saman við áhuganum fyri náttúrutøkni. Tit læra at ogna tykkum vitan og at nýta vitanina gjøgnum kreativu tilgongdina og eisini at bera vitanina víðari.
Hátturin, sum tit arbeiða upp á, er sera spennandi, tí hann er bæði gevandi og mennandi. Við at finna avbjóðingar í samfelagnum skulu tit koma fram til, hvussu hesi viðurskifti verða loyst, t.v.s. koma fram við loysningsmodellum. Tað er ein heilt annar háttur at læra upp á enn tann, ið tit eru von við. Samstundis skulu tit taka lut í einari kapping, sum lærir og mennir tykkara kappingaranda, meðan tit eisini hava tað stuttligt og skapa sosial sambond og vinaløg.
Í ár er evnið “Climate Connections” ella veðurlagsviðurskifti. Tit skulu kanna, hvussu broytingarnar í veðurlagnum ávirka okkum og jørðina.
Hetta er eitt sera týdningarmikið evni, sum tit arbeiða við. Allur heimurin er upptikin av hesum evni, tí tað hevur skund at finna fram til loysnir, sum kunnu broyta útlátini frá tí orku, vit nýta í dag og/ella finna fram til viðvarandi orkukeldur, sum vit kunnu nýta í staðin fyri.
Allastaðni har eg komi, bæði í Føroyum og uttanlanda, verða veðurlagsviðurskiftini umrødd.
Samstundis sum tit kappast her í Føroyum, kappast onnur børn og ung í øðrum londum. Tað er í dag, at tað ræður um at blíva Føroyameistarar og sleppa at taka lut í skandinavisku finaluni í Noregi seinast í hesum mánaði.
Eg og mong við mær síggja fram til úrslitið av tykkara arbeiði í dag. Eg ynski tykkum øllum góða eydnu við kappingini.
Kaj Leo Johannesen
løgmaður