Í gjárkvøldið skipaði Sendistova Føroya í London fyri flaggdagshaldi.
Flaggdagshaldið í London, sum Sendistova Føroya skipar fyri á hvørjum ári, savnar nógv fólk. Í ár vóru millum 150 og 200 fólk, og tað er tað mesta nakrantíð.
Bretskir tinglimir, fleiri umboð úr diplomatiska kervinum í London, umboð úr vinnulívinum, embætisfólk, føroyskir útisetar, føroyavinir og ein lordur vóru millum gestirnar.
Løgmaður flutti fram røðu.
Hann vísti millum annað á góðu útlitini í føroysku oljuvinnuni, frálíka úrskurðin í landgrunsmálinum og at avgerð nú er tikin um at reisa ein minnisvarða í Bretlandi til heiðurs fyri mongu føroyingarnar, ið lótu lív við at sigla vandasjógv undir seinna veraldarbardaga.
Flaggdagsrøðan hjá løgmanni kann lesast her
Mynd: Jóannes Vitalis Hansen, sendimaður Føroya í London, Claus Grube, sendimaður Danmarkar í London og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.