Løgmansskrivstovan   >   Faroese Edition   >   Kunning   >   Tíðindi   >   Flaggdagsrøða
25.04.2011 · Løgmansskrivstovan

Flaggdagsrøða

Flaggdagsrøða
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen helt flaggdagin, 25. apríl, røðu á flaggdagshaldi á Húsum í Kalsoynni.

Góða samkoma, góðu føroyingar.
 

Tað er mær ein stór gleði at vera saman við tykkum her á Húsum í dag. Her í tí vøkru og stórfingnu náttúruni á Kalsoynni. Eg vil eisini takka fyri, at eg fekk høvi og heiðurin at halda røðu hesa hátíðarløtu.
 

Millum sterkastu súmbol fyri eina tjóð er flaggið. Ein ímynd, sum vekir kenslur. Kenslur, sum bylgjast innan í okkum.
 

Hvør hevur ikki brett sær á, tá ið Merkið varð vundið á stong? Hvør hevur ikki upplivað at kent hita fara gjøgnum mønu og merg, tá ið Merkið veittrar í húnar hátt?
 

Merkið bleikrar í lotinum og stríðist í storminum. Tað eigur sítt fasta og ómissandi pláss í okkara tilveru. Tað fylgir okkum, tá ið vit halda merkisdagar, og tá ið vit syrgja.
 

Ítróttarfólk bera við stoltleika Merkið á bringuni, tá ið tey umboða Føroyar. Merkið verður vundið á stong, tá ið føroysk skip koma í fremmanda havn. Og undir krígnum, tá ið okkara sjófólk sigldu vandasjógvar, veittraði Merkið í mastrartoppinum.
 

Merkið er ímynd av Føroyum og okkum føroyingum. Tann hvíti dúkurin við reyða krossinum og bláu rondini minnir okkum á søgu og mentan okkara. Okkara felags lagnu, sum tjóð. Ein ímynd av øllum, sum vit og okkara samfelag rúma – okkara samleika.
 

***
 

Samleiki er mentan. Mentan er hátturin vit liva, og hvussu vit hugsa - tey vit eru.
 

Okkara samleiki er eitt sermerki. Eitt frámerki millum allar heimsins tjóðir og øll heimsins fólkasløg. Eitt akker, so vit ikki missa fótafestið og villast burtur í einum til tíðir ørkymlandi og øtiligum heimi. Røtur, sum knýta bond til Føroyar, og sum gera hesar smáu oyggjar - millum øll pláss í heiminum - til okkara land – okkara heim.
 

Men tó er tann føroyski samleikin fjølbroyttur. Hátturin vit liva okkara lív er ymiskur. Vit hava ymiskar lívsáskoðanir og politiskar meiningar. Ymiska trúgv og kærleikslív. Summi av okkum dáma væl sushi, meðan onnur heldur vilja hava eina breyðflís við veðrakjøti. Og summi av okkum hava ein annan uppruna og húðalit.
 

Ein tjóðskaparligur samleiki eigur eisini at rúma ymisleika. Ongin kann taka einkarrætt uppá ein samleika. Ongin kann loyva sær at siga, at nakar er meira føroyskur enn ein annar.
Tí í roynd og veru er ein samleiki nakað, ein tekur til sín - eitt val - og mentan skal knýta fólk saman - ikki skilja okkum at.
 

Tolsemi eigur at vera ein grundvøllur, vit byggja okkara samfelag á. Men tolsemi er ikki einans at virða tað og tey, sum eru øðrvísi. Tolsemi er eisini at virða tað, sum vit hava ilt við at skilja, og tey, sum vit ikki eru samd við.
 

***
 

Í øldir vóru Føroyar mestsum avbyrgdar. Føroyingar høvdu lítið og onki samband við umheimin. Fáir føroyingar leitaðu sær út í heim, og mestsum einasta samband við umheimin vóru donsku embætismenninir og tey hendinga skipini, sum løgdu leiðina til hesar fjarskotnu oyggjar. Henda avbyrging hevur eisini givið okkara mentan serstøk eyðkenni.
 

Men sum menningin tók dik á seg, og Føroyar fóru frá at vera eitt landbúnaðar- til at verða eitt fiskivinnusamfelag, fingu vit altsamt meira samband við umheimin. Fiskivinnan skapti nýggj virði, og handilin við umheimin gjørdist grundarlag fyri vælstandi. Altsamt fleiri føroyingar leitaðu út í heim at nema sær útbúgving og royndir og komu heimaftur at vera við at byggja land.
 

Rembingar uttanífrá hava vunnið vegin til landið, og vit hava tikið siðir, sum einaferð vóru fremmandir, til okkum. Tó hava vit ikki mist okkara føroyska samleika – heldur tvørturímóti.
So vit kunnu loyva okkum at siga, at framburðurin í Føroyum er skaptur burturúr sambondum við umheimin og úr samskifti og samstarvi við fremmand lond og fólk.
 

***
 

Eins og vit leita út í heim, leita onnur til Føroyar. Útlendingar eru ein sjálvsagdur partur av okkara samfelag, og fólk úr flestu av heimsins londum búleikast í dag her á landi. Integratión er vorðið eitt evni í almenna kjakinum og eitt mál fyri okkum sum samfelag.
 

Í okkara samfelag skulu øll hava møguleika at skapa sær eina góða og trygga tilveru. Útlendingar, sum koma til landið, skulu hava møguleika at vera við og virka í samfelagnum, og geva sítt íkast.
 

Men integratión setur krøv - bæði til einstakling og samfelag. Vilt tú verða partur av einum samfelag, mást tú tillaga teg og virða landsins lógir og siðir. Tó kunnu vit ikki krevja, at útlendingar skulu siga frá sær sína mentan og síni eyðkenni. Heldur eiga vit at virða og laga okkum eftir hvørjum øðrum og virðismeta okkara ymisleika. Tí fjølbroytni millum menniskju er ein dygd. Ein dygd, sum skapar nýhugsan og ríkar eitt samfelag. Ein dygd, sum fær eina tjóð at blóma og flytur hana fram á leið.
 

Útihýsa vit tí og teimum, sum eru øðrvísi, byrgja vit okkum inni. Byrgja vit okkum inni, køva vit samfelagið. Og standa vit í stað, fána vit burtur.
 

***
 

Góðu áhoyrarar
 

Vit liva í einari alheimsgjørdari tíð. Ongantíð í søguni hava fjarstøðurnar millum lond og fólkasløg verið styttri. Okkara sjónarringur er ikki longur bundin av landafrøði. Tøkni flytur og spjaðir vitan, og hendingar hinumegin knøttin verða borin okkum sum tíðindi eitt bil seinni.
 

Í hesum alheimsgjørda veruleika royna vit at finna okkum sæti.
 

Allur heimurin er vorðin marknaður fyri føroyskar fyritøkur og vørur. Føroyingar arbeiða og nema sær útbúgving kring allan heim. Vit skapa sambond og gera avtalur við aðrar tjóðir.
 

Skulu vit bera okkum fram í heiminum, mugu vit skilja og virða aðrar mentanir og áskoðanir. Vit eru hvønn einasta dag vitni til ósemjur og ófrið í heiminum, sum standast av misskiljingum millum menniskju og mentanir. Og vit uppliva, at vantandi virðing brennir brýr. Brýr, sum kundu skapt framburð, sátt og semju.
 

Mín áheitan og vón er, at Merkið og okkara samleiki skal verða ein ímynd av tolsemi og virðing.
 

Ein barlast, tá ið vit navigera gjøgnum og finna okkum til rættist í heiminum. Ein vísdómur, sum ger okkum før fyri at skilja og virða onnur. Ein styrkur, sum førir Føroyar fram á leið.
 

Takk fyri og góðan flaggdag.
 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður