Løgmansskrivstovan   >   Faroese Edition   >   Kunning   >   Tíðindi   >   Flaggdagsrøða
25.04.2013 · Løgmansskrivstovan

Flaggdagsrøða

Flaggdagsrøða
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen helt flaggdagin, 25. apríl, røðu á flaggdagshaldi í Leirvík.

Góða samkoma - góðu leirvíkingar - góðu føroyingar.

 

Skaldið Hans Andrias Djurhuus skrivaði á sinni um okkum føroyingar: Saman at standa var ei okkum givið.

 

Tað er valla nakað annað, sum sigur hesum orðum ímóti á slíkan hátt sum Merkið, tá tað veittrar ein vakran várdag, og tá vit savnast og fagna okkara flaggi og samleika.

 

So ymisk, sum vit eru, og so ósamd, sum vit kunnu vera, er Merkið tó ímyndin av tí, sum bindur okkum saman.
Okkara felags lagnu sum tjóð.

 

Tá ið merkið veittrar í húnar hátt, bilgjast sterkar kenslur í okkum, og minni vekjast um søguna, um fólkið, tjóðina og stríðið fyri at byggja eitt land á okkara oyggjum.

 

Merkið er ein vitnisburður um tjóðarbyggingina, sum ættarlið undan okkum hava framt upp gjøgnum 20. øld. Vitnisburður um tøkini, sum hava skapt samfelagið, vit kenna í dag.

 

Eins og tøkini vóru tung og drúgv, vóru tíðum stórir og djúpir tvídráttir um leiðina.

 

Hóast vit framvegis kunnu vera ósamd um ríkisrættarligu støðuna, og um hvussu vit skulu skipa okkum í landinum, er Merkið ein ímynd av eini semju, sum býr í okkara fólkið. At vit, hóast trætur, hava gingið saman um at byggja eitt ríkt og trygt samfelag við einari sterkari mentan og einum rótfestum samleika.

Tí eins og ongin í dag setur spurningar við Merkið, so eru virðini og støðumiðini, ið mynda grundvøllin undir okkara samfelag, rimmar føst.

 

Tað er fólkaræði, mannarættindi, dreymar og viljin at skapa eitt gott samfelag og eina bjarta framtíð fyri okkara børn.

 

Undir øllum ósemjum finst ein megi, sum bindur okkum tættari saman, enn vit ofta gáa um. Kærleikin til landi og kenslan fyri júst hesum plássi av øllum plássum í heiminum.


Góðu áhoyrarar

Merkið er við okkum í øllum lívsins viðurskiftum - til veitsludagar, sorgarløtur og fremst, tá okkara ítróttarfólk umboða okkum úti um heim.

 

Merkið varð formliga viðurkent undir krígnum, og tað veittraði í mastratoppunum, tá okkara landsmenn sigldu og treiskaðust vandasjógv í stríðsárunum.

 

Í Merkinum býr ein áminning um lívsins skiftandi gongdir. Ein áminning av ábyrgdini vit, hvør í sínum lagi, hava mótvegis hvørjum øðrum og okkara tjóð.
Ein áminning um, at framburður og eitt gott samfelag kemur ikki av sær sjálvum.


Eitt hvørt ættarlið hevur síni hóttaføll, og í dag er okkara størsta avbjóðing at venda gongdini, so vit aftur fáa fólkavøkstur.

 

Hóast okkara avbjóðingar kunnu tykjast smáar í mun til roynslurnar, ættarliðini undan okkum skuldu ígjøgnum, so eru tær stórar og álvarsligar.

 

Avbjóðingarnar krevja, at vit taka stór og umfatandi tøk saman.

 

Landsstýrið hevur fingið handað eitt álit við átøkum, sum skulu stimbra fólkavøkstur. Summi hava hug at ivast í, um landsins kosnu megna at finna semjurnar, ið skulu til fyri at seta tey neyðugu átøkini í verk. At politisku hugsjónirnar og áhugamálini eru ov ósambærilig.
 

Eg má ásanna, at hetta er ikki nøkur einføld uppgáva, sum ein samgonga kann loysa einsamøll.

 

Onkuntíð kenni eg eisini á mær, at vit føroyingar meira enn nakrantíð hava hug til at skapa gjáir millum okkum. Vit hava hug at skapa ikki bara politisk hugsjónarligar gjáir, men eisini gjáir millum bygd og bý, millum verkafólk og akademikarar - konservativar og liberalar lívsáskoðanir.

 

Stundum kann tað tykjast, sum hava vit hug at skapa eitt sundurlyndi, sum ikki finst. Ymiskleiki er ikki ein meinbogi fyri eitt samfelag.  Ymiskleiki er ein dygd. Og eg ivist onga løtu í, at flest øll ynskja einar Føroyar, sum rúma alt hetta fjølbroytni.

Eg veit, at vit sum samfelag bæði vilja og megna at gera tað, sum skal til fyri at skapa eina bjarta og blómandi framtíð. Tí so nógv, sum landsins stjórn kann og skal gera, liggur tó lagnan hjá eini tjóð í hondunum á fólkinum.

 

Tað eru áræðið og góða arbeiðið greitt úr hondum í vinnuni og hjá tí almenna, ið skapa virðini og vælferðina, sum gera Føroyar til eitt gott stað at liva í.

 

Tað er uppalingin foreldur leggja í børnini, sum skapar ta ábyrgdarkenslu og kærleika til okkara vakra land, ið skal fáa komandi ættarlið at bera okkara land víðari framá.

Og Merkið sigur frá søguni um eitt fólk, sum hevur skapt eitt blómandi samfelag burturúr lítið øðrum enn viljanum til, at tað skuldi bera til at skapa eitt heim á hesum oyggjum.
 

 

Eitt fólk, sum altíð hevur staðið saman, tá ið á stóð.

 

Lat meg enda við mínum størsta ynski fyri hesa samkomu, fyri leirvíkingar og fyri allar føroyingar, at vit framyvir liva eftir hesum orðum – saman at standa var okkum givið.

 

Takk fyri og góðan flaggdag øll somul!