Góði Jacob, tað er torført, fyri ikki at siga ógjørligt, at ímynda sær, hvat tað vil siga at fylla 100 ár. Viðførið tygara við upplivingum, við lívsroyndum, við innliti, er á tremur. Tað hava verið nógvar og stórar broytingar í føroyska samfelagnum. Ja, tygum kunnu minnast og hyggja aftur á eitt langt og ríkt lív.
Hetta segði løgmaður millum annað á 100 ára føðingardegnum hjá Jacobi Bærentsen, sum varð hildin á Lágargarði seinnapartin.
- Eftir so nógv ár á sjónum, er tað ikki sørt av royndum, tú hevur innan alt sjólív. Við tínum drúgvu royndum, kunnu vit ikki siga annað, at tú ert ein sannur skilamaður á sjónum, vísti løgmaður eisini á.
Les føðingardagsheilsanina hjá løgmanni her