Løgmaður setti í morgun skeiðsrøðina Projektførleikamenning í miðfyrisitingini, í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. “Eg síggi hetta tiltak sum ein sera týdningarmiklan lið í at brynja fyrisitingina at taka ímóti teimum støðugt vaksandi avbjóðingunum í eini tíð, har játtanirnar ikki bara kunnu økjast.” Segði løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen.
Góðan morgun øll somul,
og hjartaliga vælkomin til hetta tiltak, nú tilgongdin og skeiðsrøðin í verkætlanarleiðslu fer av bakkastokki.
Fyrireikingarnar hava gingið fyri seg í eina tíð, og nú verður verkætlanin flotað. Tit mannað nú skútuna, sum skal føra okkum móti nýggjum og betri leiðum.
Endamálið er, at vit skulu blíva betur til at skipa, gjøgnumføra og eftirmeta verkætlanir.
Eg vænti, at henda tilgongd fer at hava við sær:
· at nýskapanin í tí almenna fer at verða betri og munadyggari
· at starvsfólkatilfeingið verður brúkt meira skynsamt
· at landfyrisitingin gerst betri til at samstarva tvørtur um ráð og stovnar og
· at tað fer at gerast meira lokkandi at arbeiða í landsfyrisitingini.
Fyri at fáa úrslitagóðar verkætlanir er tað ikki bara verkætlanarleiðslurnar, sum skulu mennast. Tað er minst líka týdningarmikið, at ovastu leiðslurnar, ið varða av verkætlanunum, liva upp til sína yvirskipaðu ábyrgd. Tí fevnir tilgongdin eisini um at menna førleikarnar hjá aðalstjórum, stjórum og øðrum leiðarum.
Eg síggi hetta tiltak sum ein sera týdningarmiklan lið í at brynja fyrisitingina at taka ímóti teimum støðugt vaksandi avbjóðingunum í eini tíð, har játtanirnar ikki bara kunnu økjast. Men har vit tvørturímóti mugu rokna við at fáa minni tilfeingi í mun til tær uppgávur, ið skulu loysast.
Vit eru í eini støðu, har vit mugu fáa meira fyri hvørja krónu – vit hava snøgt sagt ikki ráð til spill, orsaka av ov vánaligari projektleiðslu ella leiðslu yvirhøvur. Vit skulu øll stremba ímóti, at gera tað rætta rætt til røttu tíð.
Vit mugu gerast betur til at gjøgnumskoða og raðfesta tað, vit nýta okkara tíð til. Og vit mugu gerast betur til at skipa og gjøgnumføra tær verkætlanir, vit seta í verk.
Hetta er fyrstu ferð, at vit í landsfyrisitingini fremja eina slíka førleikamenningarætlan í felag. Hetta er sostatt ein týdningarmikil liður í at náa okkara visjón um at gerast fremst í nýskapan, arbeiðslagi og samskifti.
Í hesi verkætlan draga vit eina línu og bróta slóð í eini tilgongd, har vit menna okkara vitan fyri betur at kunna seta skynsemi í hásæti.
Eg vóni, at øll fara at møta upp til seminarini vælfyrireikað, og at arbeitt verður miðvíst við teimum verkætlanum, ið eru fráboðaðar.
At enda fari eg at takka teimum trimum eldhugaðu Nicolai Balle, Heini Hátún og Dánjal Pauli Haraldsen. Sum eg skilji, hevði hetta tiltak ikki blivið til uttan teirra málrættaða áræði og áhuga.
Og tað skulu tit hava stóra tøkk fyri!
Við hesum ynski eg tykkum øllum góðan arbeiðshug og góða eydnu við hesum frálíka og áhugaverda tiltaki.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður
Sí meir um Projektførleikamenning í miðfyrisitingini