Ein arbeiðsbólkur er settur at endurskoða bygnaðin á Føroya Kærustovni. Stovnurin er sera nógv broyttur, síðani hann bleiv settur á stovn í 1998. Fleiri kærunevndir eru lagdar afturat, umframt at eisini aðrar nevndir, ið ikki viðgera kærur, eru lagdar til stovnin.
Tær 11 nevndirnar á Føroya Kærustovni eru sera ymiskar. Tað er sera stórur munur á, hvønn ymisku nevndirnar venda sær til. Tað leggur stórt trýst á stovnin, tí fakøkini eru stór í vavi og fevna um alt frá barnavernd til fjarskifti, ella frá psykiatriskum sjúklinga rættindum til posteftirlit.
Eftir at hava virkað í 20 ár er tíðin búgvin at fáa eftirmett virksemið og skipanina hjá Kærustovninum. Arbeiðsbólkurin skal við støði í verandi virksemi og skipan gera tilmæli um møguligar broytingar og tillagingar, so stovnurin kemur at hóska betri til tað samfelag og tann fyrisitingarbygnað, sum er í dag.
Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur við sítt arbeiði tann 1. mai 2020.
Nella Festirstein, deildarstjóri á lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni (formaður)
Anja Hovgaard, stjóri á Kærustovninum
Beinta Festirstein, fulltrúi á Kærustovninum
Bárður Larsen, adjunktur, frá Fróðskaparsetrinum.
Skrivarahjálp verður sett til arbeiðsbólkin.