Løgmaður Kaj Leo Johannesen og Simon Anholt hittust seinnapartin fríggjadag. Teir skiftu orð um, hvørjar avbjóðingar og møguleikar alheimsgerðin hevur við sær.
Simon Anholt verður mettur sum fremsti serfrøðingurin í heiminum innan tjóðarbranding og er í Føroyum í samband við Kappingarsamleika-verkætlanina hjá landsstýrinum.
Kaj Leo Johannesen løgmaður fegnast um, at gongd er komin á Kappingarsamleika-verkætlanina: “Alheimsgerðin hevur við sær, at heimurin er vorðin sum eitt sølutorg og øll hava møguleika at bjóða seg fram og øll lond kunnu gera seg galdandi. Men í hesari kapping er samleikin og umdømi altavgerandi fyri lond, so væl sum fyritøkur og vørur.
Øll lond kunnu gagnnýta sín samleika uttan munn til stødd, landafrøði ella ríkisrættarlig støðu. Eitt nú er Skotland kent um allan heim og hevur ein sterkan samleika, ið verður gagnnýttur í marknaðarføringini av Skotlandi og skotskum vørum.
Hóast Føroyar er eitt lítið land hava vit góðar møguleikar at finna okkara nissju í heimsmarknaðunum. Tað snýr seg um at finna fram og vísa á, hvat vit hava og hvat tað er, sum ger okkum serstøk. Men ikki minst mugu vit trúgva á okkara dygdir, sum vit og okkara land hava. Tí Føroyar hava nógv at bjóða umheiminum.
Sum norðurland hava vit eisini bestu fyritreytir og útgangstøði, tí Skandinavia hevur framúr gott umdømi í øllum heiminum.”