Veðurlagskreppan kann tykjast torskild og møtimikil. Men vit hava eisini orsøk til at vera bjartskygd. Í dag kunnu øll taka undir við, at grøna kósin ikki útilokar búskaparligum framburði. Eg eri vónríkur um, at heimsins leiðarar kunnu røkka ítøkiligum úrslitum, tá ið vit hittast í Glasgow komandi tvær vikurnar. Men meginreglan má vera, at kunnu vit ikki grundgeva sannførandi fyri, at vøkstur er burðardyggur, so er ikki talan um vøkstur.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
COP26 veðurlagsráðstevnan byrjar sunnudagin, og veðurlagsorðaskiftið fer at seta sín dám í Glasgow komandi vikurnar. Vit skulu taka veðurlagsbroytingarnar í álvara, bæði av solidariskum og sjálvsøknum orsøkum.
Solidaritetur við umheiminum
Vit eru partur av einum størri heimi, har veðurlagsbroytingarnar longu elva til fleiri álvarsamar umhvørviskreppur: vatnstøðan hækkar, veðrið verður alsamt meira óstøðugt, og djóralív og vistskipanir ymsastaðni eru fyri hóttafalli. Hesar eru bara nakrar av fylgjunum, sum globala upphitingin hevur við sær.
At taka hond um veðurlagskreppuna og at minka um hesar vandarnar eigur at vera fremsta raðfesting hjá øllum heimsins leiðarum. Kreppan er global, men hon rakar lokalt. Vatnflóðir, ódnir, skógareldar og aðrar ógvusligar hendingar hava sett sín óunnliga dám ymsastaðni. Fyri summi kann kreppan tykjast fjar, abstrakt og óviðkomandi. Men veruleikin er, at hon hevur ítøkiliga ávirkan á gerandisdagin hjá milliónum av menniskjum.
Grøna sjálvsøkni
Kreppan fer eisini sum frá líður at ávirka meir her hjá okkum, og tí eiga vit eisini at taka hana í álvara av sjálvsøknum orsøkum.
Føroyar hava altíð verið ein siglandi tjóð. Sambandið millum oyggjar og sambandið út í heim hevur altíð verið eftir havinum. Kovin – tað sum vit skulu liva av – er eisini at finna í havinum. Søga, nútíð og framtíð okkara eru sostatt tengd at havinum, og tað eru veðurlagsbroytingarnar eisini. Hitnar sjógvurin, ávirkar tað okkum. Broytast havstreymar, vistskipanir, fiskastovnar og annað djóralív, ávirkar tað okkum. Tí er átrokandi neyðugt, at okkara partur ikki liggur eftir, tá ið heimsins lond royna at fáa bilbukt við kreppuni.
Føroyski veðurlagspolitikkurin
Vit fara ikki at liggja á latu síðuni. Orku- og veðurlagspolitikkurin krevur, at stórar og týðandi politiskar avgerðir verða tiknar komandi árini.
Landsstýrið er á gáttini at leggja sín orku- og veðurlagspolitikk fram. Okkara yvirskipaða mál er at minka útlátið av vakstrarhúsgassi í minsta lagi 30 prosent í 2031 í mun til 2010. Skulu vit røkka hesum máli, krevur tað umleið eina helvtarminking í mun til útlátið, sum tað var í 2020.
25 átøk eru nú á samráðingarborðinum í sambandi við orkuframleiðslu og -nýtslu, bygging og umvæling, ferðslu, handil og vinnu, býarmenning og náttúruvernd. Talan er um avmarkingar, gjøld og stuðul fyri at avtaka oljuriknar skipanir og at minka brúkið av HFC-gassi. Avmarkingar og gjøld eru ofta illa dámd politisk stýringaramboð. Men tey eru neyðug og effektiv fyri at halda kós og ferð móti orkuskiftinum. Tí er ynskiligt at fáa breiða semju um orku- og veðurlagspolitikkin.
Føroyar hava tikið undir við París avtaluni. Hetta inniber, at vit skulu gera alt vit kunnu fyri at avmarka veðurlagsbroytingar. Ítøkiliga snýr tað seg um, at jørðin ikki skal sleppa at hitna meir enn 1,5 stig samanborið við miðalhitan áðrenn ídnaðarkollveltingina. Skal hetta eydnast, mugu øll heimsins lond gerast CO2 neutral áðrenn 2050. Endamálið við COP26 er at finna út av, hvussu hetta skal gerast, og hvørji samsvarandi mál skulu setast fyri 2030.
Stjórnir, vinnulív og sivilsamfelagið mugu arbeiða saman fyri at finna út av, hvussu útlátið kann minkast munandi. Avbjóðingin, sum vit standa við, er ovurhonds stór og kemur at krevja luttøku frá øllum pørtum, eisini í Føroyum: Politisku skipanini, almennum myndugleikum – bæði lands og kommunalum stovnum, vinnufyritøkum, pensjónsfeløgum, íleggjarum og borgarum.
Vón fyri framman
Veðurlagskreppan kann tykjast møtimikil, men tað eru eisini orsøkir til bjartskygni. Menniskjað er atvoldin til veðurlagskreppuna, men eg eri sannførdur um, at menniskjað eisini kann loysa trupulleikan.
Eg eri vónríkur, millum annað orsakað av tøkniligu menningini og granskingini, sum seinastu árini hevur lagt dent á at finna skilagóðar grønar loysnir. Her kunnu Føroyar vera við, ikki bara sum royndarøki, men eisini sum virkin luttakari.
Fleiri privatar fyritøkur hava funnið út av, at skulu tær vaksa, mugu tær vaksa burðardygt. Í september fóru tólv føroyskar fyritøkur saman um átakið Burðardygt Vinnulív. Tær hava bundið seg til at fylgja vísindaligum tilmælum um at minka um útlátið við í minsta lagi 50 prosentum áðrenn 2030. Áræði hjá okkara vinnulívi er greið ábending um, at vit kunnu vaksa, og eiga at vaksa, hóast vit miðja móti eini grønari framtíð.
Vøkstur, sum ikki byggir á burðardyggar meginreglur, er ikki annað enn løtuvinningur. Stuttskygni og manglandi fyrilit fyri lívsgrundarlagnum hjá komandi ættarliðum, eru millum høvuðsorsøkirnar til tær avbjóðingar, sum vit nú standa við. Í dag eru mest sum øll á einum máli um, at grøna kósin ikki útilokar langskygdan búskaparligan framburð. Hesi hanga óloysiliga saman.
Vakstrarforum og grøna skiftið
Vakstrarforum er grundleggjandi partur av okkara ætlan um eitt grønt samfelag í heimsflokki. Skulu vit skapa virði í samfelagnum, uttan at gera okkum inn á førleikan hjá komandi ættarliðum at gera tað sama, so mugu vit kanna nærri, hvar burðardyggu vakstrarmøguleikarnir eru, og hvussu hugskot kunnu umsetast til veruleika.
Evsta endamálið við Vakstrarforum er at styrkja vælferðina og hækka um livistøðið, men at gera hetta á ein umhvørvisliga og búskaparliga burðardyggan hátt. Útgangsstøðið er, at kunnu vit ikki grundgeva sannførandi fyri, at vøksturin er burðardyggur, ja, so er als ikki talan um vøkstur.
Vakstrarforum hevur umboð frá vinnulívi, politisku skipanini, arbeiðstakarum, arbeiðsgevarum, kommunum, útbúgving og gransking, og hevur nú eyðmerkt seks vakstrarøki: Havið, kunningar- og samskiftistøkni, ferðavinnu, veitaravinnur, útbúgving og arbeiðsmarknað og grøna skiftið. Arbeiðsbólkar eru longu settir at arbeiða við fleiri av hesum økjum, og ætlanin er, at alt arbeiðið skal vera liðugt á sumri 2022.
Grøna orkan er vaksandi, og skjótt fer hon at vera upp í 65 prosent av samlaðu orkuframleiðsluni. Málið er, at øll orkuframleiðslan á landi skal vera grøn áðrenn 2030. Íløgurnar, sum skulu gerast í grøna orkuskifti, bæði á landi og sjógvi eru kostnaðarmiklar, men neyðugar. Orkuskiftið er ikki ein uppgáva fyri einstakar stovnar ella fyritøkur, men ein uppgáva, sum vit mugu lyfta í felag. Orkunýtslan á sjónum er ein avbjóðing, sum vit eisini mugu loysa. Nógv verður granskað í varandi orku til skip. Tí trúgvi eg eisini, at tað verður møguligt at tryggja, at skipini – so skjótt tøknin loyvir tí – gerast umhvørvisvinarlig.
Føroyar á odda
Vit skulu vera upp aftur meira framsøkin, tí grøna skiftið snýr seg um nógv annað enn orku. Grøna skiftið í breiðastu merking tvingar okkum at fara longur í okkara stremban eftir eini grønari framtíð. Í øllum virksemi – frá vøruframleiðslu til tænastur, frá bygging til innflutning og útflutning og annað – eru stórir møguleikar fyri at tillaga ella leggja um til eitt burðardyggari virksemi. Sum framleiðari av sjógæti eru vit í eini støðu har okkara tilfeingi er høgt virðismett. Eisini her skulu vit hugsa um, hvussu matframleiðsla og útflutningur verður partur av loysnini heldur enn av trupulleikanum. Vit at leggja seg fremst er nógv at vinna.
Síggja vit møguleikarnar fyri einum grønum skifti í øllum okkara virksemi, hava vit eisini møguleikan at leggja okkum á odda í grønu menningini. Gjøgnum koronukreppuna hava vit fleiri ferðir víst, hvussu skjótt vit duga at tillaga okkum, tá ið kreppa brádliga stingur seg upp. Veðurlagskreppan er øðrvísi. Hon er komin krúpandi á okkum gjøgnum longri tíð, men fyri tað er hon ikki minni álvarslig.
Hetta verður útgangsstøðið fyri føroysku COP26 luttøkuna komandi viku. Boðskapurin hjá mær til aðrar stjórnarleiðarar og luttakarar er greiður: Føroyar kunnu og Føroyar ætla sær at ganga á odda, og at vera partur av loysnini.