26.01.2012 · Løgmansskrivstovan

Føroyar á røttu kós burturúr hallinum

Føroyar á røttu kós burturúr hallinum

Í álitinum hjá samgongumeirilutanum í fíggjarnevndini er hallið á fíggjarlógini fyri 2012, 361 mió. kr. Á fíggjarlógini fyri 2009 var hallið upp móti 800 mió. kr. Tískil hevur eydnast at fáa hallið niður um eina helvt uppá trý ár. Hallið á fíggjarlógini er, í mun til BTÚ, millum tey lægstu í Evropa.
 

Vit hava eitt nú lagt stovnar saman og hækkað tænastugjøld, sum í summum førum ikki hava verið dagførd í áravís. Í sonevnda ólavsøkupakkanum vóru 140 mió. kr. í rationaliseringum, men samstundis eisini virksemisskapandi átøk, sum hava skapt størri virksemi og hildið arbeiðsloysinum niðri. Vit hava megnað at tillaga almenna búskapin til nýggju tíðirnar, og øll politiska skipanin – ongin undantikin, hevur rós uppiborið. Ikki minst almennu stovnarnir, ið hava framt rationaliseringar og funnið sparingar. Vit eru á røttu kós, men vit eru enn ikki komin á mál.

 

Fleiri tøk skulu takast
Vit vita øll – politiska skipanin eins og borgarar - at hallið má burtur, tí samfelagið kann ikki liva við, at landskassin hevur hall í eitt longri áramál. Vit síggja í hesum døgum avleiðingarnar í Evropa, har stjórnir orsakað av ov stórum skuldarbyrðum noyðast at fremja ógvuslig inntriv fyri at bjarga teirra búskapi.


Næstu árini skulu vit lækkað hallið við meira enn 300 mió. kr., men pengarnir mugu koma onkustaðni frá. Flest øll hava merkt kreppuna, og vit koma eisini at merkja fleiri broytingar og tillagingar komandi árini. Í hesum tíðum krevst skynsemi og nýhugsan í øllum pørtum av samfelagnum. Allir partar av samfelagnum mugu vera við. Tað nyttar ikki at seta seg afturá og bíða eftir, at onnur koma við hugskotunum. Tí koma vit ikki sjálvi við loysnunum, verður endin, at onkur annar trýstir broytingarnar niður yvir okkum.


Eins og vit mugu arbeiða okkum burturúr kreppuni og skapa nýggj virði, skulu vit leggja okkum eftir at fáa meir fyri minni. Vit skulu raðfesta tænastuna til borgaran heldur enn varðveita óskynsamar bygnaðir og dupultfunktiónir. Størri og sterkari eindir geva møguleika fyri skynsamari rakstri og harvið betri tænastu. Og tí mugu vit broyta bygnaðin í almenna geiranum eitt nú talið á kommunum og skúlaeindum.

 

Nýggjar inntøkur
Tað er ein stór avbjóðing at finna sparingar. Tí um vit skerja í óðum verki ella leggja ov tunga byrðar á fólk, er vandi fyri, at vit bróta niður vælferðartænastur og gera tað minni liviligt her á landi, sum aftur merkir fólkafráflyting. Vit mugu eisini hyggja eftir nýggjum inntøkum, tí vit kunnu ikki einans spara okkum burturúr hallinum.
 

Seinastu árini eru vit komin í eina nýggja støðu viðvíkjandi makrelinum. Risa virði eru í makrelinum, og vinnan er sinnað at lata tilfeingisgjald. Vit noyðast tí at seta okkum spurningin, um tað ikki er rætt at taka eitt tilfeingisgjald fyri makrelin heldur enn at senda fólk til hús í hópatali, sum aftur merkir verri tænastu til borgaran.

 

Stórar avbjóðingar standa fyri framman. Men lat okkum eisini gleðast um tey góðu átøkini, sum eru gjørd seinastu árini, og at tað aftur gongur framá.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður