Tann 26. september 2010 vóru tvey ár liðin síðan Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin skipaðu landsstýri. Trot hevur ikki verið á avbjóðingum. Hesi tvey árini hevur alheims fíggjarkreppan kasta skuggar yvir okkara samfelag og sett stóran dám á politisku dagsskránna. Tó eru fleiri tekin um, at tað aftur er farið at ganga framá búskaparliga, og at okkara samfelag er sloppið millum vandaskerini lutfalsliga snikkaleyst. Landsstýrið hevur framt og arbeiðir framhaldandi við bygnaðarbroytingum í vinnukørmum og innan almenna geiran – reformar, sum hava ligið á láni í áravís.
Fíggjarkreppan
Fíggjarkreppan hevur verið størsta einstaka avbjóðingin hjá landsstýrinum. Kreppan fór um allan heim og hótti samfelagsbúskapin. Eftirspurningurin eftir flestu vørum og tænastum fall nógv eftir stuttari tíð, og arbeiðsloysið vaks skjótt. Vantandi álit á fíggjargeiran køvdi bjartskygni hjá vinnulívinum, og húsarhaldini fóru at halda aftur í nýtsluni. Ótryggleiki kom ístaðin fyri bjartskygni, og kursirnir á virðisbrøvum kring heimin fullu nógv. Bankar fóru av knóranum, og heldur ikki føroyska fíggjarkervið slapp undan húsagangi.
Føroyar eru tó ikki raktar av fíggjarkreppuni í líka stóran mun, sum flestu londini í Evropa. Men eingin ivi er um, at búskaparligar avbjóðingar hava ikki trotið í Føroyum hesi seinastu tvey árini. Í hesum tíðarskeiði minkaði búskapurin við 5 prosentum. Frá september í 2008 til apríl 2010 vaks arbeiðsloysið úr 1,2 prosentum til 6,3 prosent, fyri síðani at minka aftur til 5,8 prosent í juni í ár. Í 2008 hevði landskassin eitt hall á 330 mió. kr, og í 2009 var hallið 688 mió. kr. Stórir partar av fiskivinnuni hava verið og eru í tungum sjógvi vegna minni veiðu og lágar prísir. Alivinnan og pelagiska vinnan hevur tó bjargað okkara útflutningi undan einum skrædli.
Landsstýrið sá álvaran í teimum døpru búskaparútlitunum, og vit fóru beinanvegin til verka fyri at avmarka neiligu ávirkanina av fíggjarkreppuni. Eitt av fyrstu stigunum var at virka fyri, at føroysku peningastovnarnir fingu møguleika at verða partur av bankapakkunum. Við bankapakkunum varð eitt trygdarnet spent undir føroyska fíggjargeiran, og henda trygdarskipan er komin til gagns, nú Eik samtakið fór av knóranum.
Landsstýrið og samgongan hava ført ein varnan búskaparpolitikk. Málið er at minka um skuldina og samstundis fáa gongd aftur á samfelagshjólini. Løgtingið samtykti einmælt játtanarkarmin fyri 2011, samstundis sum stungið er út í kortið, at hallið á løgtingsins fíggjarlóg skal verða burtur í 2015. Hetta vísir styrki og støðufesti. Landsstýrið hevur lagt seg eftir at tálma ógvusliga vøkstrinum í almennu útreiðslunum, ið hevur verið seinastu árini. Rationaliseringar verða framdar, og almennir stovnar lagdir saman. Samgongan hevur valt at raðfesta útbúgving, m.a. so at allir skikkaðir umsøkjarar sleppa í miðnámsskúla. Arbeitt verður miðvíst við at beina burtur hallið á fíggjarlógini, og í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2011 er hallið á fíggjarlógini komið niður á góðar 500 mió. kr. úr knøppum 780 mió. kr. í 2010. Men hetta verður gjørt á ein varligan hátt, fyri ikki at trýsta á bremsurnar so hart, at eftirspurningurin, virksemið og búskapurin minkar. Vit hava framt virkisskapandi átøk, m.a. er íløgukarmurin á fíggjarlógini hækkaður, og Húsalánsgrunnurin er umskipaður, so grunnurin kann veita lagaliga fígging til orkusparandi ábøtur á sethús. Landsstýrið hevur gjørt eina vinnuliga vakstrarætlan við átøkum, sum bleiv løgd fram í vetur, og fleiri av átøkunum eru longu sett í verk.
Samstundis er landsstýrið farið undir at fremja bygnaðarbroytingar, sum skulu tryggja ein skynsamari almennan rakstur og styrkja okkara búskap. Nevnast kunnu m.a. pensjónsnýskipanin, kommunalreformurin og fiskivinnureformurin, og í summum førum er talan um reformar, sum hava ligið á láni í áratíggju.
Frá afturgongd til framgongd
Fleiri lyklatøl vísa, at búskaparliga afturgongdin er vend til framgongd. Landsbankin hevur mett, at búskapurin fer í ár at vaksa við 3 prosentum og við 5 prosentum næsta ár, og hetta eru millum bestu vakstrarútlit í Evropa. Arbeiðsloysið er í minking, og inntøkur landskassans eru vaksandi. Skattainntøkurnar hjá fleiri kommunum hava higartil í ár verið væl hægri enn væntað, og konjunkturbarometrið hjá Fíggjarmálaráðnum frá juni í ár gevur ábending um, at brúkarar og vinnan tilsamans eru bjartskygdari. Tó kann roknast við, at lagnan hjá Eik samtakinum fer at ávirka búskaparligu gongdina, men tó neyvan at steðga framgongdini. Landsstýrið fylgir búskapargongdini neyvt fyri at kunna fremja neyðug átøk, sum styrkja búskapin og skapa fyritreytir fyri vøkstri.
Úrslit
Landsstýrið og samgongan hava rokkið fleiri av teimum málum, sum eru ásett í samgonguskjalinum. Sum dømi kunnu nevnast:
- Føroyar eru vorðnar partur av ES-granskingarsamstarvinum (nevnt FP7)
- Stuðul er latin til at byggja fleiri røktarheim
- Nýggj leigulóg er sett í gildi
- Søgulig semja um at skerja útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20 prosentum
- Leingjan av fløgvøllinum í Vágum er byrja
- Lógargrundarlagið fyri at fara í gongd við Skálafjarðatunnilin er fingið til vega
- ALS-útgjald er hækkað upp í 80 prosentum av a-inntøkuni
- Nýggj verjumálslóg og sálarsjúkulóg eru settar í gildi, sum tryggjar rættindi hjá útsettum borgarum
- ST-sáttmálin um at tryggja einstaklingum, ið bera brek, er settur í gildi
- Nýggja heilsutrygdarskipan “Heilsutrygd” er sett í verk
- Krabbameinsætlan er gjørd
- Yvirtøkur eru framdar av fíggjarrætti, upphavsrætti og revsirætti
- Skipanarnevnd hevur gjørt tilmæli í samband við útlendskan kapitalpart í fiskivinnuni, brúksskyldu og umsetiligheit
- Føroyar verða marknaðarførdar sum íløguland (sí www.invest.fo)
- Játtanir til miðnámsskúlar og Fróðskaparsetrið eru øktar, og fleiri lesandi tikin inn
- Tvílæraraskipan er sett í verk í 1. og 2. flokki í fólkaskúlanum
- Lóggáva um atkomuviðurskifti er sett í gildi, sum skal tryggja førleikatarnaðum atkomu til almennar bygningar
- Ferðslulógin er broytt til tess at fyribyrgja ferðsluóhappum, eitt nú er promillumarkið lækkað, nullmark fyri rúsevni er ásett og sektir eru hækkaðar
Fleiri mál eru tó enn ikki rokkin, men arbeitt verður miðvíst og áhaldandi við at røkka hesum við.
Leiðsla í truplum tíðum
Nógv hevur verið tosað um, at bygnaðarligir skeivleikar eru í samfelagsskipanini. Eg eri sannførdur um, at neyðugt er at rætta hesar grundleggjandi skeivleikar fyri at gera okkara samfelag betri og bíligari at reka. Hesir skeivleikar gera m.a., at landskassin hevur ov lítið avlop, tá ið væl gongst í búskapinum, og í verri tíðum er hallið ov stórt. Arbeitt verður í løtuni við fleiri reformum. Hesir reformar eru neyðugir fyri at tryggja borgarunum í okkara landi nøktandi tilboð og tænastur. Uppgávan hjá sitandi og komandi landsstýrum er at tryggja, at komið verður á mál við hesum reformum. Hesir reformar eru umfatandi, og tað er ongin loyna, at tað er torført og striltið at fáa teir framdar í verkið. Reformar hava ligið á láni, í sumum førum í áratíggju, t.d. pensjónsreformurin. Tað hevur verður sagt, at kamelar mugu slúkast og heilaga kýr slaktast, og tað er helst ein sannroynd og orsøkin til, at tað ikki hevur eydnast undanfarnum samgongum at fremja hesar reformar. Tað er heldur ongin loyna at rationaliseringar og arbeiði við reformunum hevur elvt til órógv í politisku skipanini. Men tá ið tíðirnar eru truplar, og torførar avgerðir skulu takast, tá er tað ikki rætta løta at kasta handklæði í ringin – tvørturímóti. Tað er løtan, tá ið stjórnin skal vísa dirvi og styrki.
Nýskipan skal til
Okkara vælferðarsamfelag skal varðveitast og útbyggjast. Búskaparvøkstur er høvuðsfyritreytin fyri at náa hesum máli. Men neyðugt er tó eisini at fremja grundleggjandi broytingar á fleiri økjum. Alneyðugt er at umskipa okkara høvuðsvinnu. Samfelagið skal hava størst møguligt virði burtur úr felags havtilfeingi okkara. Burðardygg veiða er fyritreyt fyri hesum. Burðardygga leiðin er eftir mínum tykki ikki bert ein møguleiki, men tann einasta leiðin fyri at tryggja okkum størri og støðugari inntøkur. Tí er ein av størstu avbjóðingunum at fremja tær broytingar, sum tilsamans tryggja, at fólksins tilfeingi verður gagnnýtt á skynsamasta hátt.
Krøvini til politisku skipanina eru stór. Borgarar landsins vænta, at fjølbroytt tilboð og grundleggjandi veitingar og hjálp verður veitt øllum uttan mun til fíggjarstøðu. Tað er skyldan hjá teirri politiski skipanini at tryggja øllum góð kor. Hetta er ein stór avbjóðing, tí krøvini eru størri enn tað tøka fíggjarliga tilfeingið. Hetta tvingar okkum, meira enn nakrantíð, at hugsa øðrvísi og skipa almenna bygnaðin øðrvísi og kanska í summum førum av nýggjum. Í heyst verður tí farið undir at fyrireika eina eftirmeting av almenna bygnaðinum.
Ábyrgdin hjá okkum politikarum er at fáa sum mest burtur úr avmarkaða tilfeinginum. Stutt sagt: vit skulu fáa meira fyri minni! Fyritreytin fyri hesum er nýskipan. Uttan nýskipan verður eingin menning. Við nýskipan kunnu vit hava ein ‘grønan’ búskaparvøkstur. Við nýskipan kunnu vit menna nýggjar vinnur og skapa størri inntøkur til samfelagið. Við nýskipan kunnu vit gera almennu fyrisitingina og almennu tænasturnar enn betri.
Mín visjón er eitt ríkari og betri vælferðarsamfelag, har íkastið hjá tí einstaka er berandi. Við hesi visjón fari eg sum landsins leiðari vónríkur inn í triðja stjórnarárið.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður