Løgmaður heldur, at Føroyar eru á veg inn í eitt nýtt trygdarpolitisk tíðarskeið. Tað gjørdi hann greitt undir munnligu fyrispurningunum í Løgtinginum seinnapartin.
"Okkara støða hevur alt ov leingi verið passiv. Søguliga kemst hetta helst av, at onnur hava tikið avgerðirnar fyri okkum – uttan at føroyskir myndugleikar hava verið tiknir upp á ráð. Men passiviteturin hevur eisini havt sín gróðrarbotn í, at føroyskir politikarar á sjálvstýrisleið – tilvitað – hava valt ikki at vilja vita ov nógv um trygdar- og verjumál, tí henda støða passaði teimum væl í partapolitiska stríðnum," vísti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað á.
Løgmaður gjørdi vart við, at landsstýrið hevur valt eina aðra kós. Nú eru vit meira virkin.
"Bøtta samstarvið í ríkisfelagsskapinum hevur við sær, at Føroyar hava fingið ein meira týðandi leiklut á altjóða pallinum. Vit merkja eina økta vælvild frá donsku skipanini – eisini í trygdarmálum, og hetta er eftir mínum tykki ein gróðrarbotnur fyri at gera ríkisfelagsskapin meira tíðarhóskandi," heldur hann.
Bárður á Steig Nielsen er av teirri áskoðan, at tað er einki at taka seg aftur í, at spurningurin um ein lofteftirlitsradara í Føroyum hevur við sær, at trygdar- og verjupolitikkur fyllir meira.
"Gjøgnum ríkisfelagsskapin hava vit verið partur av verjusamgonguni NATO síðani 1949. Eg haldi, at tað sømir seg, sum partur av NATO, at vit koma við einum íkasti til ta felags trygd, sum NATO stendur fyri um okkara leiðir.
Men lat ongan iva vera: Tað verða føroyingar og Føroya løgting, sum eiga endaligu avgerðina um lofteftirlitsradaran”, segði løgmaður at enda.