18.12.2013 · Løgmansskrivstovan

Føroyar fáa sendistovu í Moskva

Føroyar fáa sendistovu í Moskva
Sjøtul kann nú setast á arbeiðið at seta eina føroyska sendistovu á stovn í Moskva. Løgtingið hevur í kvøld samtykt at seta tvær millionir krónur av til sendistovuna í Moskva komandi ár.
 
-         
       -Hetta er ein stórur dagur fyri føroyskan uttanríkispolitik. Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá okkum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond. Málið er at fáa sendistovuna at virka í komandi ári, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. 
 
 
Føroyar hava í dag sendistovu í Keypmannahavn, London, Reykjavík og Brússel. Sendistovan í Moskva verður sostatt fimta sendistova Føroya úti í heimi.
 
Mynd: Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Sergei Lavrov, uttanríkisráðharri Russlands.