Komandi tvær vikurnar fer føroyska samfelagið niður í ferð. Vit vera meira heima – og minni úti. Tað er fyri at ansa eftir Føroyum, føroyingum og hvørjum øðrum.
Tað staðfesti løgmaður á tíðindafundi í Tinganesi fyri løtu síðani.
Heimsheilsustovnurin WHO hevur bólkað coronasmittuna sum eina alheimsfarsótt, og rundan um okkum er støðan álvarsom. Í grannalondunum breiðir smittan seg skjótt.
Í Føroyum er framvegis tamarhald á støðuni. Tað er hon fyrst og fremst, tí borgarar, vinna og felagsskapir kring alt landið hava fylgt teimum tilráðingum, sum myndugleikar eru komnir við seinastu tíðina. Smittan hevur ikki fingið fastatøkur, og tey smittaðu eru ikki smittað í Føroyum, men uttanlands.
Men í einari álvarsstøðu sum hesari mugu vit ikki vera bláoygd. Munagóð tiltøk verða sett í verk fyri at forða, at smittan breiðir seg her hjá okkum. Hetta byggir á meginregluna um, at tað er betur at vera fyrivarin enn eftirsnarin.
"Samfelagið fer niður í ferð, men tað steðgar ikki. Víðfevnd tiltøk verða sett í verk, og eg veit væl, at tað kann tykjast øvugt samstundis at vissa fólk um, at tað er tamarhald á støðuni. Átøkini verða sett í verk fyri at tryggja, at støðan ikki versnar," segði løgmaður á tíðindafundinum millum annað.
Stig eru tikin fyri at tryggja, at kjarnutænasturnar í føroyska samfelagnum kunnu halda fram sum vant. Tað er og verður ríkiligt av mati, goymslurnar eru fullar, og heitt verður staðiliga á fólk um ikki at leggja inn undir seg.
"Nú skulu vit standa saman og taka ábyrgd," segði løgmaður
Mynd: Jens Kristian Vang/Portalurin
Mælt verður staðiliga til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt
Mælt verður kommunum til at taka stig mótvegis ferðafólkaskipum, sum eru á veg til Føroya
Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima
Tað verða greiðar avmarkingar í mun til at vitja sjúkrahús og røktarheim. Nærri boð koma frá heilsumyndugleikunum og kommununum
Skúlaverkið – tað er hægri lestur, miðnám og fólkaskúlar – letur aftur. Næmingar skulu í tann mun tað ber til fylgja undirvísingini heima.
Frítíðarskúlar, forskúlar og onnur dagtilboð lata eisini aftur. Eitt ansingartilboð verður veitt teimum, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu passa síni børn.
Á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu øll tey, ið ikki røkja tær mest viðbreknu samfelagsuppgávurnar, arbeiða heimanífrá. Starvsfólk fáa nærri boð frá leiðslunum.
Á privata arbeiðsmarknaðinum eru stig longu tikin fyri at verja seg ímóti smittu
Heitt verður staðiliga á, at øll tiltøk, sum savnað fleiri enn 100 fólk innandura, annaðhvørt verða útsett ella avlýst
Mælt verður til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22 komandi tvær vikur