28.06.2015 · Løgmansskrivstovan

Føroyar menna samstarvið við Guernsey

Føroyar menna samstarvið við Guernsey

Løgmaður hevur í dag verið á fundi við Jonathan P. Le Tocq, Chief Minister of Guernsey. Á fundinum viðgjørdu starvsbrøðurnir viðurskifti hjá londunum báðum við ES. Í sama viðfangi umrøddu teir eisini felags møguleikar og avbjóðingar hjá smátjóðum í Evropa.

Føroyar og Guernsey hava nógv í felag. Báðar smátjóðirnar hava tilknýti til eitt ES-limaland, samstundis sum bæði Føroyar og Gurnsey eru uttanfyri ES. Løgmaður sær møguleikar í einum góðum samskifti við Guernsey um viðurskiftini við ES hjá londunum báðum.

-Tað kann gagna londunum báðum at hava ein tættan dialog um viðurskiftini við ES, tí vit hava nógv til felags á hesum øki. Tað hevur longu verið eitt tætt samskifti um hesi mál á embætisstigi. Á fundinum í dag avráddu vit eisini at menna samstarvið á politiskum stigi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður

Harumframt umrøddu partarnir eisini ríkisrættarligu viðurskiftini hjá londunum báðum. Somuleiðis viðgjørdu løgmaður og Jonathan P. Le Tocq útbúgvingarmál, fiskivinnu, skattaskipan og undirstøðukervið.

Mynd: Løgmaður og Jonathan P. Le Tocq, Chief Minister of Gurnsey