08.03.2012 · Løgmansskrivstovan

Føroyar og Arktis – avbjóðingar og møguleikar

Føroyar og Arktis – avbjóðingar og møguleikar
Landsstýrið hevur sett sær sum mál at gera eina ætlan fyri, hvussu Føroyar best gagnnýta fyrimunirnar av broytingunum, sum henda í arktiska økinum. Eisini verður ætlan gjørd fyri, hvussu vit verja okkum móti árinum, sum standast av nýggjum farleiðum í arktiska økinum. 
 
Til tess at gera slíka ætlan, hevur tað alstóran týdning, at galdandi viðurskiftini og framtíðar møguleikar verða lýst við støði í best møguligari vitan og serfrøði. Tí er sjøtul nú settur á eina miðvísa útgreining av hesum viðurskiftum. 
 
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen: “Broytingarnar í Arktis skapa nýggjar møguleikar og avbjóðingar. Tað verður møguligt at gagnnýta náttúrutilfeingi, sum áður ikki var atkomuligt, og latið verður upp fyri nýggjum sjóleiðum, sum aftur kunnu skapa nýtt virksemi og risa inntøkur til  føroyska samfelagið. Men skulu Føroyar fáa lut í hesum, er neyðugt, at vit eru framskygd og til reiðar at lofta møguleikunum og avbjóðingarnar, so vit ikki liggja sjóvarfallið av okkum. Vit mugu tí vera virkin og gera tær neyðugu fyrireikingarnar, og tað krevur eina miðvísa ætlan, sum tekur allar viðkomandi partar í samfelagnum við.
 
Arbeiðið verður skipað á ein hátt, sum skapar eitt virkið samstarv millum viðkomandi serfrøði í almenna geiranum, vinnulívinum og granskingarumhvørvinum í Føroyum. Sum liður í útgreiningini verður eisini skipað fyri almennum kjakfundum og fyrilestrum um tey evni, sum arbeiðið fevnir um. Viðurkendir serfrøðingar, og granskarar og viðurkend vinnulívsfólk koma at geva íkast til alment kjak, har øll verða vælkomin at luttaka. Útgreiningin verður uppbygd við støði í fylgjandi høvuðsevnum:
 
·         Føroyar sum viðspælari í millumlanda samstarvi um Arktis
Hvussu kunnu Føroyar styrkja sín leiklut í millumlanda samstarvi um Arktis í mun til verandi støðu, og hvussu greina onnur lond, bæði í og uttanfyri Arktis, sínar strategisku møguleikar og avbjóðingar fyri framtíðina?
 
·         Búskaparligir møguleikar – sjóvinna, oljuvinna, fiskivinna, varandi orka, ferðavinna o.a.
Hvussu gagnnýta vit nýggjar møguleikar, so hesir verða gjørdir til ítøkiligan vinning fyri landið sum heild? Á hvørjum økjum eru Føroyar mest kappingarførar í mun til tilgongdina í arktiska økinum? Hvørjar tillagingar skulu vit fremja, og hvørjir førleikar skulu mennast?
 
·         Náttúra- og umhvørvi: livandi tilfeingi og umhvørvisvernd
Økt virksemi krevur góða umsiting, gott eftirlit og holla vísindaráðgeving. Hvussu tryggja Føroyar sær at fáa sum mest burturúr livandi tilfeingi og broyttu náttúruviðurskiftum, m.a. eisini atgongd til nýggjar fiskileiðir í Arktis, á ein hátt, sum byggir á best møguliga vísindagrundarlagið innan altjóða karmar og krøv til skilagóða umsiting og umhvørvisvernd.
 
·         Trygd og tilbúgving - á sjógvi, landi og lofti/loftvegis?
Vaksandi virksemi yvir eitt stórt øki, har nógvir vandar kunnu gera seg galdandi, krevur best møguliga trygdarstøði og tilbúgving, við atliti bæði at trygd hjá fólki og at varðveita eitt reint umhvørvi. Hvat skal gerast fyri at bøta um verandi støðuna, og hvørjar møguleikar gevur trygdarsamstarv í Arktis fyri øktum virksemi og førleikamenning í Føroyum á viðkomandi serøkjum?
 
·         Gransking og kunning
Tann alsamt vaksandi altjóða áhugin fyri viðurskiftunum í Arktis setur eisini Føroyar í størri fokus sum land í Útnorðri við serstakari mentan og náttúru. Hvussu fáa Føroyar sum mest burturúr hesum vaksandi áhuga til gagns fyri økt granskingarvirksemi í Føroyum, og gransking og kunning um føroysk viðurskifti?
 
Skipan av arbeiðinum
Uttanríkistænastan hevur formansskapin og stendur fyri samskipan av útgreiningararbeiðinum, við ábyrgd av áhaldandi samskipan av fundum og tiltøkum, umframt skriving og ritstjórn.
Ein kjarnabólkur við serfrøði úr vinnulívi, granskingarumhvørvi og øðrum almennum stovnum er settur at arbeiða saman við Uttanríkistænastuna um útgreiningina.
Serfrøðingarnir í kjarnabólkinum eru:
•             Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum
•             Jan Müller, Faroese Oil Industry Group
•             Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
•             Ólavur Gregersen, stjóri á Syntesa
•             Jákup Mørkøre, samskipari, Fiskivinnugransking, Fiskimálaráðið
•             Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri, Sjóvinnustýrið
 
Uttanríkistænastan heldur regluligar fundir saman við kjarnabólkinum, sum saman leita sær ráð hjá viðkomandi serfrøði, bæði í Føroyum og uttanlands, og í tøttum samstarvi við tey ymsu aðalráðini í landsstýrinum. Skipað verður fyri almennum kunnandi tiltøkum við framløgum og kjaki um tey ymsu evnini, ið lýst verða í útgreiningini.
 
Ætlanin er, at útgreiningin verður handað løgmanni 1. apríl 2013.
 
(Myndatekstur: Løgmaður var á Arktiskum toppfundi í Grønlandi í 2011.)
 
Meira fæst at vita vit at venda sær til:
 
Kate Sanderson, deildarstjóri, Havtilfeingi, Handil og Økissamstarv, Uttanríkistænastan, Løgmansskrivstovan. Tel. 306137 /556137. kates@mfa.fo