Føroyar og Hetland hava felags avbjóðingar, og tí kunnu londini læra av hvørjum øðrum. Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum fyrrapartin í Tinganesi millum Aksel V. Johannesen, løgmann, og Malcolm Bell, convener (stjórnarleiðara) í Hetlandi.
"Føroyar og Hetland hava sterk søgulig bond. Á fleiri økjum eru londini ólík, men sum oyggjasamfeløg og grannar hava vit eisini felags avbjóðingar. Hetlendingar hava avbjóðingar við fólkasamansetingini, tí tey hava ilt við at varðveita unga fólkið. Somu avbjóðingar hava vit. Á fundinum umrøddu vit eisini millum annað ferðasambandið, samferðslu, útbúgving, ferðavinnu og eldraøkið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Á ferðini í Føroyum skal Malcolm Bell millum annað vitja landstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Løgtingið, Vága Floghavn, Smyril Line og Føroya Tele.
Hetlendski stjórnarleiðarin fer av landinum aftur fríggjadagin.