Løgmaður hevur fyrrapartin verið á fundi við Chief Minister of Jersey, Senator Ian Gorst, og Minister for External Relations, Senator Sir Philip Bailache. Fundurin var á Jersey, sum í hesum døgum hýsir Oyggjaleikum.
Løgmaður nýtti á fundinum høvið til at kunna seg nærri um viðurskiftini hjá Jersey við ES. Niðurstøðan er, at Føroyar og Jersey hava fleiri felags avbjóðingar. Báðar smátjóðirnar hava tilknýti til eitt ES-limaland, samstundis sum bæði Føroyar og Jersey eru uttanfyri ES.
Løgmaður og umboðini fyri Jersey avráddu at menna samskifti og samstarvi landanna millum.
Mynd: Løgmaður saman við Chief Minister of Jersey, Senator Ian Gorst og Minister for External Relations, Senator Sir Philip Bailache.