Føroyar og Russland fara at kanna fyrimunir og møguleikar, sum kunnu standast burturúr einum fríhandilssáttmála
Í gjár høvdu løgmaður og uttanríkistænastan fund við russiska sendiharran, Mikhail Vanin, ið er á vitjan í Føroyum í hesum døgum.
Føroyar ynskja ein fríhandilssáttmála við Russland, og á fundinum viðgjørdu partarnir møguleikan fyri einum slíkum sáttmála. Á ferðini hevur sendiharrin vitjað fyritøkur, og hitt vinnulívsfólk og umboð fyri FAS, Jarðfeingi, Fiskaaling, Havstovuna og Vinnuháskúlan.
Serfrøðingar og embætisfólk úr landsstýrinum og russisku stjórnini fara nú at greina hvørji fyrimunir og menningarmøguleikar kunnu koma burturúr einum fríhandilssáttmála millum londini.
Russland er partur av Eurasisku tollsamgonguni við Kasakstan og Hvítarusslandi, og ein fríhandilssáttmáli krevur, at Føroyar gera avtalu við øll trý londini. Í løtuni verður arbeitt fyri at fáa í lag fundir við avvarðandi ráðharrar í limalondunum, ið hava ábyrgdina av kommissiónini fyri tollsamgonguni. Kommissiónin (Eurasian Customs Commission) hevur ábyrgdina av handilssáttmálum millum tollsamgonguna og onnur lond.
Í hesum sambandi sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen: ”Føroyski útflutningurin til Russland er vaksandi, og tí hevur ein fríhandilssáttmáli stóran týdning fyri okkara vinnulív.
Føroyar og Russland hava samstarvað á vinnuøkinum í mong ár, og russar vísa áhuga í at samstarva innan eitt nú havgransking og maritimar útbúgvingar.
Men Føroyar eru fyri russar ein lítil marknaður. Sendiharrin vísti á, at ein hópur av londum streingja á fyri at fáa fríhandilssáttmála við Russland. Tí er neyðugt við einum áhaldandi og miðvísum arbeiði, har vit støðugt nýta høvi at vísa á hvat Føroyar hava at bjóða, og styrkja um diplomatiska sambandi og samskifti við russiskar myndugleikar.”
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 551028