Føroyar og Turkaland hava í dag undirskrivað ein fríhandilssáttmála í Ankara. Tað vóru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og H.E. Nihat ZEYBEKÇİ búskaparráðharrin í Turkalandi, sum undirritaðu nýggja sáttmálan.
- Hetta er eitt frambrot fyri føroyskan uttanríkispolitikk, tí hetta er fyrsti nýggi fríhandilssáttmáli, ið Føroyar gera síðani seinast í nítiárunum. Turkaland er ein stórur og vaksandi marknaður fyri bæði laks og uppsjóvarfisk. Tollurin á okkara mest vanligu útflutningsvørum er burtur, og harvið er okkara kappingarføri er styrkt, tí nú kunnu vit kappast á jøvnum føti við eitt nú íslendingar, norðmenn og skotar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Samráðingartilgongdin millum partarnar hevur tikið 15 ár. Hol kom á undir samráðingarumfari í Ankara í september mánað í ár, tá ið tað eydnaðist pørtunum at koma til semjuna, sum í dag er undirritað.
Samráðingartoymi taldi trý samráðingarfólk úr Uttanríkistænastuni, umframt tollserfrøðing frá TAKS.
Fleiri myndir: Mynd 1, mynd 2, mynd 3, mynd 4, mynd 5, mynd 6, mynd 7, mynd 8.