Føroyar vilja hava eitt nógv virknari og meira umfatandi samstarv við ES. Stendur tað til landsstýrið, verður samstarvið við ES bæði styrkt og ment munandi. Hetta var kjarnin í tí, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, førdi fram, tá ið hann hitti Virginijus Sinkevicius, ES Nevndarlim í fiskivinnumálum og umhvørvismálum, á Arctic Circle ráðstevnuni í Reykjavík.
”Føroyar eru partur av Evropa, og tað hevur stóran týdning at tryggja eitt dynamiskt og nútímans samstarv við ES. Skjótt eru 25 ár síðani, at handilssáttmálin við ES varð gjørdur, og tí er tað í tøkum tíma at dagføra okkara handilsviðurskifti við ES. Samstundis vilja vit menna verandi samstarv innan fiskiveiðu og gransking, og leggja lunnar undir eitt breiðari samstarv innan øki sum talgilding, grøna orku og útbúgving,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Løgmaður og ES Nevndarlimurin í fiskivinnumálum og umhvørvismálum umrøddu eisini fiskivinnumál. Báðir partar søgdu seg vera harmar um, at tað í fjør hvørki eydnaðist at røkka einari semju millum strandarlondini um makrelfiskiskapin ella einari semju um sínámillum fiskirættindi millum Føroyar og ES fyri í ár. Løgmaður og ES Nevndarlimurin vóna, at tað fer eydnast at finna semjur millum strandarlondini um stóru uppsjóvarfiskastovnarnar, makrel, norðhavssild og svartkjaft, fyri 2022.
Mynd: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Virginijus Sinkevicius, ES Nevndarlimur í fiskivinnu- og umhvørvismálum