Føroyar skulu vera sjónligar í arktiskum høpi, bæði fyri at tryggja, at føroysk sjónarmið verða hoyrd og fyri at tryggja, at Føroyar fáa bestu møguleikar at bjóða fram sína serfrøði og tænastur.
Tað svarar løgmaður millum annað í § 52a fyrispurningi frá Bill Justinussen, tingmanni Miðfloksins, um Arktis.
-Sum fiskivinnutjóð hava vit ein týðandi leiklut í Arktiska Ráðnum og øðrum millumtjóðasamstarvi. Fyrst og fremst snýr tað seg um at virka fyri týdninginum og rættindunum at gagnnýta havtilfeingið á burðardyggan hátt, at verja umhvørvið og at tryggja ein sjálvberandi búskap, heldur løgmaður
Svarið hjá løgmanni kann lesast her