Føroyar hava hesa vikuna stjórnað ársfundinum hjá NASCO, ið hevur verið hildin í Kanada. Jóannes V. Hansen, sendimaður Føroya í Bretlandi, er varaforseti í NASCO, og tá ið forsetin ikki kundi luttaka, virkaði Jóannes Vitalis Hansen sum forseti og stjórnaði ársfundinum.
Síðani ár 2000 hava Føroyar fylgt ICES ráðgevingin. Sostatt ganga Føroyar undan í NASCO, sum er millumtjóða felagsskapurin fyri umsiting av laksafiskiskapi í Norðuratlantshavi.
Tá ið NASCO varð sett á stovn í 1984 var høvuðsendamálið at steðga fiskiskapi eftir villum laksi á opnum havi, serliga í føroyskum og grønlendskum øki. Tá varð hildið, at tað í stóran mun var hesin fiskiskapur, sum oyddi laksastovnin í áunum kring alt Norðuratlantshavi. Tískil vóru formligu heimildirnar hjá NASCO at regulera laksafiskiskap at byrja við avmarkaðar til fiskiskap á opnum havi.
Síðan 2000 hava Føroyar ongan laksafiskiskap havt, og somuleiðis hevur Grønland havt ein serstakligan avmarkaðan fiskiskap til heimamarknaðin.
NASCO er millumtjóða felagsskapurin fyri umsiting av laksafiskiskapi í Norðuratlantshavi. Føroyar luttaka saman við Grønlandi undur heitnum DFG. Hini limalondini eru ES, Kanada, Noreg, Russland og USA.
NASCO hevur høvuðsskrivstovu í Edinburgh.
Mynd: Sendinevndarformenn, Jóannes Vitalis Hansen, virkandi forseti, og skrivarin í NASCO, Dr Peter Hutchinson.