Løgmaður hevur svarað skrivligan fyrispurning frá Høgna Hoydal um luttøku Føroya í Arktiska ráðnum.
Svarinum sigur løgmaður m.a., at sviar undir teirra formansskapi hava roynt at broytt siðvenjuna um, at Danmark/Grønland/Føroyar hava tríggjar sessir við borðið í Arktiska Ráðnum. Eftir trýsti frá londunum í Ríkisfelagsskapinum eydnaðist at varðveita teir tríggjar sessirnar til ráðharrafundin í Kiruna. Føroyar krevja, at øll trý londini í Ríkisfelagsskapinum luttaka á jøvnum føti, og londini eru samd um at leggja trýst á Kanada, sum hevur yvirtikið formansskapin í ráðnum, fyri at varðveita verandi skipan.
Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 49/2012 eftir tingskipanini § 52a til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni um luttøku Føroya í Arktiska Ráðharraráðnum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
- Eru Føroyar umboðaðar sum land í egnum navni á ráðharrafundunum hjá Arktiska Ráðharraráðnum?
- Hvussu eru Føroyar umboðaðar í Arktiska Ráðharraráðnum í løtuni – og er ein broyting farin fram, síðani Svøríki tók við formansskapinum?
- Hví er Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum ikki kunnað um broytingarnar í umboðan Føroya, og hví hevur løgmaður ikki ráðført seg við nevndina um hetta?
- Hvør er leiklutur løgmans á ráðharrafundinum í Kiruna, Svøríki, 15. mai 2013?
- Fer løgmaður at taka nakað stig – eins og Grønland júst hevur gjørt – til tess at mótmæla, at Føroyar ikki taka lut í egnum navni á ráðharrafundunum og til tess at vinna frama fyri egnari luttøku?
Svar:
Til 1:Arktiska Ráðið er eitt uttanríkispolitiskt samstarv millum átta statir, har Føroyar og Grønland eru partar av danska limaskapinum. Til ber sostatt ikki til at luttaka í egnum navni eina, men sendinevndin ber heitið Denmark/Greenland/Faroe Islands, og flaggað verður við øllum trimum fløggunum. Hetta var eisini galdandi til ráðharrafundin í Kiruna, har løgmaður sat við borðið, sum umboð fyri Føroyar í sendinevndini Denmark/Greenland/Faroe Islands, saman við danska uttanríkisráðharranum, og tók orðið vegna Føroyar.
Til 2: Sí svarið til spurning 1. Ráðharrafundurin í Nuuk í 2011 varð hildin eftir somu skipan, t.v.s., at sendinevndin bar heitið Denmark/Greenland/Faroe Islands, og flaggað varð við øllum trimum fløggunum. Munurin á fundinum í Nuuk var tó, at tá høvdu Danmark/Grønland/Føroyar formansskapin, og danski uttanríkisráðharrin sat tí á formanssessinum, meðan løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin umboðaðu sendinevndina við fundarborðið.
Til 3: Svøríki, ið hevur haft formansskapin í Arktiska Ráðnum seinastu tvey árini, hevur roynt at broytt ta skipan, ið nógvu seinastu árini hevur verið brúkt av Danmark, Grønlandi og Føroyum í samband við umboðan á fundum í Arktiska Ráðnum, og tað kom óvart á sendinevndina, tá Svøríki á fyrsta sinni gjørdi eina roynd at broyta skipanina. Hetta hendi á embætismannastigi í sambandi við ein SAO fund (Senior Arctic Official). Mett varð tá, at talan var um eina misskiljing; Svøríki hevur ongantíð givið greitt til kennar, hvør orsøkin var, og broytingarnar, ið hava verið í umbúnað, hava verið ymiskar frá fundi til fund á embætismannastigi. Frá okkara síðu hava vit staðið fast við kravið um at varðveita vanligu skipanina við javnbýtis umboðan fyri øll trý londini, og tað hevur nærum altíð eydnast at fingið alt upp á pláss í síðstu løtu eftir felags trýsti frá Danmark, Grønlandi og Føroyum.
Stutt fyri fundin í Kiruna vóru ábendingar um, at Kanada, ið á fundinum í Kiruna tók yvir formansskapin eftir Svøríki, ætlar at halda seg til svensku kósina, og at Kanada ikki ætlar at bakka fyri trýsti frá Føroyum, Grønlandi og Danmark um at varðveita teir tríggjar sessirnar. Um henda ætlan verður gjøgnumførd í verki, verður avleiðingin tann, at felags sendinevndin á embætismannastigi einans fer at fáa tillutaðar tveir sessir til fundirnar komandi tvey árini. Føroyar, Grønland og Danmark eru tó eru samd um at leggja trýst á Kanada um at broyta hesa støðu áðrenn fyrsta fund á embætisstigi, ið verður í heyst, og verður arbeitt aktivt við hesum í løtuni. Harumframt er semja um at tillaga mannagongdirnar innanhýsis í felags sendinevndini soleiðis, at býtið millum øll trý londini verður javnari, tá orðið verður ført á fundum.
Samanumtikið kann sigast, at løgmaður alla tíðina hevur hildið fast við verandi skipan, og hevur tað higartil eydnast at varðveita skipanina bæði viðvíkjandi navni, fløggum og tali av sessum. Sum sæst omanfyri, hevur luttøkumøguleikin hjá Føroyum verið hóttur, og hava Føroyar staðiliga arbeitt ímóti hesum hóttanum. Seinast við skrivi dagfest 10. mai 2013 frá løgmanni til danska uttanríkisráðharran.
Løgmaður ætlar í næstum at kalla Uttanlandsnevndina til fundar, soleiðis at høvi verður at kunna nærri um málið og útlitini fyri framman.
Til 4: Løgmaður umboðaði, eins og danski uttanríkisráðharrin, sendinevndina Denmark/Greenland/Faroe Islands.
Til 5: Løgmaður metir, at tað er betri at luttaka og á tann hátt koma til orðanna við hini londini, enn at sita heima og mótmæla. Harumframt, eins og lýst í svari til fyrsta spurning, umboðaði løgmaður Føroyar í sendinevndini Denmark/Greenland/Faroe Islands.
Í Tinganesi, 28. mai 2013
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður
løgmaður