09.05.2013 · Løgmansskrivstovan

Føroyar til hoyring hjá ST um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi

Føroyar til hoyring hjá ST um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi

Fríggjadagin 10. mai skulu Danmark, Føroyar og Grønland til hoyring um Semingina um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi (CESCR sáttmálin). ST aðalfundurin samtykti sáttmálan í 1966, og í sáttmálanum binda londini seg til at tryggja sínum borgarum rættindi til arbeiði, heilsu, útbúgving og nøktandi liviumstøður. Sáttmálin kom í gildi fyri Føroyar í 1972.

 

Hoyringin verður í Geneve. Hoyringin tekur støði í frágreiðing , sum Danmark saman við Føroyum og Grønlandi lat ST í 2009.

 

Hvør ST mannarættindasáttmáli áleggur sáttmálalondunum nakrar skyldur, sum skulu tryggja mannarættindi innan ymisk øki. Londini verða áløgd fjórða hvørt ár at lata inn frágreiðing, ið skal lýsa, hvussu tað einstaka landið fylgir ásetingunum í sáttmálunum. Seinast fýra ár eftir, at frágreiðingin er latin inn, skipar ST fyri eini hoyring. Ein ST serfrøðinganevnd stendur fyri hoyringini og nærri verður spurt inn til frágreiðingina. Ein slík hoyring førir vanliga við sær, at nevndin kemur við tilmælum til, hvussu landið betur kann fylgja ásetingunum í sáttmálanum. Niðurstøðurnar frá CESCR nevndini verða almennar eina til tvær vikur eftir hoyringina.

 

Embætisfólk úr Løgmansskrivstovuni og Almannamálaráðnum umboða Føroyar til hoyringina.

 

 

Meir fæst at vita við at seta seg í samband við Duritu L. Jóansdóttir, fulltrúa, á tlf. 556108 ella Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 551028