17.02.2015 · Løgmansskrivstovan

Føroyar til ST-hoyring um kvinnurættindi

Føroyar til ST-hoyring um kvinnurættindi

Í komandi viku skulu Føroyar til hoyring hjá ST í sambandi við kvinnurættindasáttmálan, vanliga róptur CEDAW sáttmálin. Í 2013 lótu Føroyar ST eina frágreiðing um, hvussu Føroyar halda seg til ásetingarnar í sáttmálanum. Hoyringin tekur útgangsstøði í frágreiðingini hjá Føroyum í 2013.

Frágreiðingin frá 2013 er áttanda frágreiðingin hjá Danmark, síðan CEDAW sáttmálin varð settur í gildi. Tað er triðja sjálvstøðuga frágreiðingin hjá Føroyum, sum partur av donsku frágreiðingini.

Løgmansskrivstovan hevur samskipað arbeiðið at skriva frágreiðingina og fyrireika seg til hoyringina í tøttum samstarvi við Vinnumálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og danskar myndugleikar. Frágreiðingin hevur eisini verið til hoyringar hjá viðkomandi áhugafelagsskapum.

Kvinnurættindasáttmálin varð samtyktur í 1979, og kom í gildi í Danmark og Føroyum í 1983. Sátttmálin áleggur Føroyum nakrar skyldur, sum skulu tryggja rættindi hjá kvinnum á ymiskum økjum. Fjórða hvørt ár skal ein frágreiðing latast ST, ið lýsir, hvussu Føroyar fylgja ásetingunum í sáttmálanum. Áhugafelagsskapir hava somuleiðis møguleikan at lata sínar egnu skuggafrágreiðingar inn til ST um, hvussu støðan er við kvinnurættindum í Føroyum. Í sama viðfangi hava áhugafelagsskapir møguleikan at luttaka til hoyringina.

Hoyringin hesaferð verður í Geneve tann 24. februar. Løgmansskrivstovan og Vinnumálaráðið umboða Føroyar til hoyringina.