Belgia fyrireikar seg í hesum døgum til "Hjartans Leikir" í september, har Føroyar eisini luttaka. Belgiski varaforsætisráðharri og uttanríkisráðharri, Didier Reynders, var saman við fyrireikandi nevndini hjá 2014 Special Olympics evropeisku summarleikum vertur fyri einum serligum tiltaki í Brússel týsdagin 8. oktober.
Umboð fyri tey 58 luttakandi londini á leikunum, harímillum føroyska sendikvinnan í Brússel, Kate Sanderson, vóru boðin við til eina hátíðarløtu á Egmont Palassinu. Á tiltakinum varð kunnað um fyrireikingarnar til leikirnar, ið verða hildnir í Antwerpen í landspartinum Flandur í Belgia í døgunum 13. til 20. september komandi ár.
Nøkur av ítróttarfólkunum úr Belgia, ið eru serliga útnevnd at vera talsfólk fyri Belgia í hesum sambandi, greiddu frá sínum sjónarmiðum um týdningin av leikunum.
Special Olympics European Summer Games 2014 hava hesa ferð fingið heitið “Hjartans leikir”: The Games of the Heart.
Ein “vinasáttmáli” (Friendship Pact) varð eisini undirritaður á stórari talvu á tiltakinum týsdagin.
Umframt sendifólkini frá luttakandi londum vóru eisini umboð frá yvir 50 býum og bygdum í Belgia við til at undirrita vinasáttmálan. Landsliðini við fylgjum hava fingið hvør sin bý ella bygd (flestu í Flandur) sum “vert”, har luttakararnir vera gestir í nakrar dagar, áðrenn leikirnir verða settir tann 13. september.
Sendifólkini fingu øll eitt serligt takkaskjal til luttakandi landið fyri síni íkast og stuðul higartil.
· Takkarskjalið til Føroya sæst her.
· Myndir frá tiltakinum á Egmont Palass í Brússel tann 8. okt 2013 eru at síggja á Facebook vangasíðuni: Special Olympics Belgium
· Meira fæst at vita um føroysku luttøkuna á 2014 Special Olympics summarleikunum í Antverpen við at venda sær til Ítrottarsambandið fyri brekað (www.ísb.fo).