Føroyar hava hesa vikuna verið til hoyring hjá ST í sambandi við sáttmálan um at basa rasumismuni. Føroyar luttóku í hoyringini sum partur av donsku sendinevndini.
ST-nevndin spurdi millum annað um, hví Føroyar ikki hava ein mannarættindastovn, sum minnir um Institut for Menneskerettigheder í Danmark ella mannarættindaráðið í Grønlandi. Eisini var nevndin áhugað í umstøðunum hjá føroyingum og grønlendingum, sum eru búsitandi í Danmark.
Føroyar hava verið fevndar av sáttmálanum “Convention on the Elimination of All Forms of Racial Discrimination” síðani 1972.
Niðurstøðurnar og tilmælini verða væntandi almannakunngjørd 15. mai 2015.
Margretha Nónklett, Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni, umboðaði Landsstýrið í Genévé.
Mynd: Danska sendinevndin við umboðum frá Grønlandi og Føroyum. Margretha Nónklett er uttast til høgru.