24.04.2012 · Løgmansskrivstovan

Føroysk marknaðarføring á heimsins størstu fiskivinnumessu í Brússel

Føroysk marknaðarføring á heimsins størstu fiskivinnumessu í Brússel

Føroyar hava aftur í ár landsbás á European Seafood Exposition, ESE 2012.
 

Promote Faroe Islands, sum er skipað í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni fyriskipar føroysku luttøkuna í samstarvi við Vinnuhúsið. Í ár eru 17 føroyskir fiskaútflytarar umboðaðir á landsbásinum, ið er 256 fermetrar til støddar og liggur sera væl fyri á framsýningini eins og undanfarin ár. Føroyar hava verið við á framsýningini síðani byrjan í 1993.
 

Luttøka á heimsins størstu fiskivinnumessu hevur sera stóran týdning fyri marknaðarføringina av føroyskum fiskavørum, og er eitt gott høvi hjá útflutningsfyritøkunum at hitta keyparar og røkja sambond við viðskiftafólk á marknaðinum. Stórur áhugi verður vístur føroyska landsbásinum.
 

Í ár vitjaði løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen á messuni har hann nýtti høvið at heilsa uppá føroysku fyritøkurnar. Burðardygd og góðska eru nógv uppi í tíðini, og summar av fyritøkunum vænta at fáa MSC góðkenning í næstum.
 

Luttakandi fyritøkurnar eru: Atlantic Pelagic, Bakkafrost, Delta Seafood, Fiskamarknaður Føroya, Faroe Origin, Faroe Seafood, Hiddenfjord, JFK, Kósin, Landshandilin, Orka/Nevið, PRG, Rainbow Seafood, Salmon From the Faroe Islands, Tavan, Vaðhorn Seafood, Varðin Pelagic.