26.09.2014 · Løgmansskrivstovan

Føroyska málið aftur at síggja um allan býin í Brússel

Føroyska málið aftur at síggja um allan býin í Brússel

Aftur í ár luttaka Føroyar í afturvendandi altjóða bókmentatiltakinum í Brússel, Transpoesie.

Hesa ferð verða yrkingar úr 30 londum á 28 ymiskum málum partur av býarmyndini í belgiska og ES høvuðsstaðnum til 23. oktober.

Yrkingarnar verða hongdar upp í metro’ini, sporvognum, bussum og øðrum útvaldum samferðslustøðum í býnum.

Her kunnu tær lesast á frummáli og á báðum almennu málunum í Brússel, fronskum og hollendskum.

Í ár er tað Tóroddur Poulsen, ið er biðin um at velja eina yrking til høvið.

Yrkingin (uttan heiti) er úr savninum "Leyvið haldi eg", ið kom út fyrr í ár hjá forlagnum Edition After Hand í Danmark.

Roald van Elswijk úr Hollandi hevur týtt yrkingina hjá Tóroddi til bæði hollendskt og franskt.

Transpoesie 2014 varð formliga sett á middegi í dag, tá ein framsýning við øllum yrkingunum á stórum plakatum lat upp í einari kendari handilsmistøð í miðbýnum í Brússel, Gallerie Anspach.

Her ganga túsundtals fólk hvønn dag.

Tað er heldur ikki av tilvild, at tað er júst 26. september, at Transpoesie fer av bakkastokki.

Dagurin 26. september er almenni evropeiski dagurin fyri mál og málsligt fjølbroytni, og tað er júst endamálið við Transpoesie at fagna málsliga og mentanarliga fjølbroytni, sum ikki minst er eitt eyðkenni fyri lívið í Brússel.

Á Transpoesie heimasíðuni ber til at lesa meira um sjálvt tiltakið, um Tórodd Poulsen og um hinar yrkjararnar, umframt allar yrkingarnar á frummálum og í týðingum. http://www.transpoesie.eu/

Á heysti 2012 gjørdist føroyska sendistovan í Brússel atlimur í EUNIC Brussels, sum er eitt netverk á mentanarøkinum millum umboð fyri evropeisk lond í Brússel.

Hetta hevur m.a. havt við sær, at Føroyar eru við í Transpoesie, sum EUNIC Brússel skipar fyri í samstarvi við býráðið í Brússel, almenna flutningskervið og ávísar mentanarstovnar í býnum.

Soleiðis er Sendistova Føroya eisini sjónlig í lýsingartilfarinum sum ein av viðvirkandi stovnunum fyri Transpoesie.

Í ár hevur Sendistovan harumframt eisini verið við í arbeiðsbólkinum, ið skipar fyri Transpoesie 2014.

“Samstarvið um Transpoesie umvegis okkara netverk í Brússel hevur víst okkum, at ríkilig høvi eru at styrkja mentanarsambond millum Føroyar og evropeiska meginlandið. Serliga her í Brússel hava vit beinleiðis atgongd til eitt altjóða umhvørvi, har flestu lond í heiminum eru umboðað, eisini á mentanarøkinum. At taka virknan lut í slíkum samstarvi í Brússel gevur okkum góðar møguleikar at gera føroyska mentan sjónligari í hesum fjølbroytta umhvørvi”, sigur Kate Sanderson, sendikvinna Føroya til ES.


Myndatekstur: Yrkingarnar verða m.a. sýndar fram á plakatum í einum handilsmiðstøð í miðbýnum í Brússel, har túsundtals fólk ganga framvið hvønn dag.