05.05.2010 · Løgmansskrivstovan

Føroyskar fyritøkur vunnu í 2009 øll útboðin almenn arbeiði

Føroyskar fyritøkur vunnu í 2009 øll útboðin almenn arbeiði
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen svaraði 27. apríl §52a fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um útbjóðing av almennum arbeiði.

Í svarinum segði løgmaður m.a.:Av samlaðu játtanini til íløgur, vóru handverkaraútreiðslurnar kr. 108.606 tús. Av hesum var boðið út... ...fyri kr. 102.050 tús. Landsverk stóð fyri arbeiði svarandi til kr. 6.555 tús., og av hesum varð goldið til undirveitarar fyri kr. 3.011.tús. Sostatt var arbeiði gjørt av privatum fyritøkum fyri kr. 105.061 tús, og svarar hettar til 97 %. ...Føroyskar fyritøkur kundu bjóða á jøvnum føti við útlendskar fyritøkur. Í 2009 vunnu føroyskir arbeiðstakarar øll útboð.

 
 
Svar
  
uppá
 
skrivligan fyrispurning nr. 87/2009 eftir §52a í tingskipanini til Kaj Leo Johannesen, løgmann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um útbjóðing av almennum arbeiði
 
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu stórur partur av handverksarbeiðinum, ið tað almenna læt gera í 2009, varð boðið út. Fingu føroyskar fyritøkur møguleika at vera við til at bjóða, hvussu stórur partur av arbeiðinum bleiv gjørdur av føroyingum, og hvussu nógv bleiv gjørt av útlendingum?
 
2. Stórt bjálvingar og umvælingararbeiði verður í hesum døgum gjørt í Tinganesi. Verður arbeiðið gjørt av føroyskum handverkarum? og hava allar tær føroysku fyritøkurnar, sum framleiða vindeygu, havt møguleikan at vera við til bjóða upp á arbeiðið?
 
3. Politiski viljin er, at allir almennir bygningar yvir áramál verða umvældir og bjálvaðir til tess at minka um oljunýtsluna. Verða tað føroyskir handverkarar, sum koma at gera arbeiðið? og fáa allir føroyskir vindeygaframleiðarar møguleikan frameftir á jøvnum føti at vera við í útbjóðingini?
 
Svar:
Til sp. 1: Av samlaðu játtanini til íløgur, vóru handverkaraútreiðslurnar kr. 108.606 tús. Av hesum var boðið út í høvuðs- ella fakentreprisu fyri kr. 102.050 tús. Landsverk stóð fyri arbeiði svarandi til kr. 6.555 tús., og av hesum varð goldið til undirveitarar fyri kr. 3.011.tús . Sostatt var arbeiði gjørt av privatum fyritøkum fyri kr. 105.061 tús, og svarar hettar til 97 %.
Føroyskar fyritøkur kundu bjóða á jøvnum føti við útlendskar fyritøkur. Í 2009 vunnu føroyskir arbeiðstakarar øll útboð og høvdu sostatt allan marknaðin. Nevnast kann, at TG Verk arbeiddi við Økisdepilinum og Ellis- og røktarheiminum í Vági, umframt klæðing av Landssjúkrahúsinum. TG Verk er tó smápartafelag, sum er skrásett í Føroyum, og er meginparturin føroysk arbeiðsmegi. Hvussu stórur hesin partur er, vita vit ikki. Í 2009 eru 40,5 mió. kr. goldnar út til TG Verk. Hetta svarar til 37,3% av samlaðu handverkaraútreiðslunum. Annars kann nevnast, at øll byggifeløg ella entreprenørar gera nýtslu av undirveitarum og/ella undirveitingum. Tað er onki yvirlit yvir, hvussu stórur partur av hesum undirveitarum og/ella undirveitingum eru útlendskar.
 
Til sp. 2: Viðvíkjandi bjálvingar og umvælingararbeiðinum í Tinganesi, so verður hetta gjørt av entreprenørunum ÁTS í Kaldbak. Tað er arbeiðstakarin sjálvur sum ger av, hvørjir hansara undirentreprenørar eru, og blandar byggiharrin seg ikki í hesi viðurskifti. Um ÁTS hevur bjóðað undirveitingarnar út, vita vit ikki, og tí kunnu vit ikki svara upp á, um føroyskar fyritøkur, sum framleiða vindeygu, hava havt møguleika at bjóða upp á arbeiðið.
 
Til sp 3: Vanliga bjóðar LV arbeiðir út í almennari licitatión, har øll kunnu bjóða. Til ber eisini at bjóða út í innbodnari licitatión, og verður hettar nýtt, tá ið serligir førleikar krevjast til eitt ávíst arbeiði. Fyri smá arbeiði, tá ið ikki er ráð til drúgt útbjóðingartilfar, verður ofta biðið um framíhjáboð frá tveimum arbeiðstakarum. Fyrimunir og vansar eru við hesum útbjóðingarhættum, alt eftir, hvat slag og stødd av arbeiði talan er um. Umvæling og bjálving av bygningum eru ofta smá arbeiði, har væl ber til at fáa kapping í Føroyum. Tí fer útbjóðingin fram á føroyskum máli, og hava tær fyritøkur, sum duga málið, ein fyrimun. Sannlíkindini eru tí stór fyri, at føroyskar fyritøkur fáa arbeiðini. Hvaðani handverkarnir eru ættaðir ber ikki til at svara uppá, tí tað eru fyritøkurnar sjálvar sum seta fólk í starv. Vindeygaframleiðsla er oftast ein undirveiting, og tí eru tað eisini fyritøkurnar, sum gera av, hvørjum tær keypa vindeygu frá.
 
Løgmansskrivstovan, 26. apríl 2010
 
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður