12.06.2014 · Løgmansskrivstovan

Føroyskur varaforseti í NASCO

Føroyskur varaforseti í NASCO

Føroyar luttóku í farnu viku til ársfundin hjá NASCO, sum var hildin í Saint-Malo í Fraklandi í døgunum 3. – 6. juni.

NASCO er millumtjóða felagsskapurin fyri umsiting av laksafiskiskapi í Norðuratlantshavi. Føroyar luttaka saman við Grønlandi undir heitinum DFG. Hini limalondini eru ES, Kanada, Noreg, Russland og USA.

Jóannes V. Hansen, sendimaður, var á ársfundinum valdur til varaforseta í NASCO fyri eitt tvey ára skeið. Hetta er fyrstu ferð, at umboð fyri Føroyar hevur sæti í formansskapinum í NASCO.

Í NASCO sáttmálanum er ásett, at fiskiskapur eftir laksi ikki er loyvdur í økinum norðanfyri 36. breiddarstig í Norðuratlantshavi. Somuleiðis er ásett, at fiskiskapur eftir laksi ikki er loyvdur í sjóøkinum hjá limalondunum uttanfyri 12 fjórðingar.

Undantakið fyri hesa reglu er, at NASCO kann loyva fiskiskap í føroyskum sjóøki uttanfyri 12 fjórðingar og í grønlendskum sjóøki uttanfyri 40 fjórðingar. Mál um fiskiskap í føroyskum sjógvi uttanfyri 12 fjórðingar verða viðgjørd í einari serligari nevnd í NASCO.

Seinastu tjúgu árini hava Føroyar ikki havt laksafiskiskap, tí at laksastovnurin hevur verið sera illa fyri sambært havlívfrøðiligum metingum.

Fleiri av hinum limalondunum í NASCO hava kortini hildið fram við at veiða laks í áum og firðum í størri og minni mun, og NASCO hevur onga formliga heimild at regulera tílíkan fiskiskap.

Føroyar hava farnu árini gjørt vart við, at tað tískil er ein ójavnvág í NASCO, tá talan um at regulera fiskiskap eftir laksi. Eisini hava Føroyar strongt á, at limalondini gera lívfrøðiligar umsitingarætlanir fyri sín laksafiskiskap og at limalondini taka hóskandi stig til at minka um sín laksafiskiskap.