Amerikanski forsetin sigur seg vilja tryggja eitt friðarligt og skipað stjórnarskifti.
Løgmaður fegnast um hesa vend: “Tað er gott og rætt, at tað skal bera til at eftirkanna úrslit og, at alt er farið rætt fram. Men tá úrslitið er greitt, so er tíðin komin til at góðtaka tað og fagna fólkaræðinum. Friðarlig og vælskipað stjórnarskifti er helst mest grundleggjandi styrkin í vesturlendska fólkaræðinum.”