Tað vekir góðar vónir, at aldursamansetingin í Føroyum kvinkar rætta vegin. Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú Hagstova Føroya í vikuni almannakunngjørdi, at fleiri ung fólk leggjast aftur at í Føroyum.
Fólkavøkstur hevur verið í nøkur ár. Fremsta avbjóðingin hevur kortini verið veksandi skeivleikin í aldurssamansetingini, tí aldursbólkurin undir 40 ár hevur verið minkandi, meðan aldursbólkurin yvir 40 ár hevur verið vaksandi. Nú eru broytingar at hóma. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at talið av tí yngra partinum av fólkinum aftur er farið at vaksa.
Kynssamansetingin í Føroyum hevur leingi verið skeiklað, men eisini her eru batar at hóma. Fleiri ungar kvinnur í burðarførum aldri flyta til Føroya. Frá ársbyrjan 2014 til nú eru 326 fleiri kvinnur, meðan tær, ið eru eldri enn 40 ár, blivu 286 fleiri.
"Skeiva aldurs- og kynsbýtið er millum okkara størstu avbjóðingar. Í fleiri áratíggju hevur gingið skeivan vegin við aldurssamansetingini. Tað eru tí ómetalig góð tíðindi, at fólkatalið heldur á við at vaksa, at yngra ættarliðið veksur og ikki minst, at vit fáa fleiri kvinnur í burðarførum aldri. Við hesum er væntandi, at barnatalið komandi árini eisini veksur", sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum eisini varðar av heildarætlanini “Fólkaflyting og fólkavøkstur”.
Eitt av aðalmálunum hjá samgonguni er at bøta um skeiva aldurs- og kynsbýtið. Fleiri stig eru longu tikin fyri at fáa fólk at støðast í Føroyum. Fleiri pengar eru settir av til útbúgving og til at betra um lestrarumstøðurnar fyri at ungdómur og barnafamiljur skulu trívast. Barsilsskipanin er batnað. Bústaðir eru í gongd við at byggja fleiri leigu- og lestrarbústaðir. Lág- og miðallønt hava fingið ein skattalætta, og fíggjarliga sperdar familjur hava fingið ein styrk. Eisini er kringvarpsgjaldið umskipað, so tað er lagaligari hjá millum øðrum støkum uppihaldarum.
"Málið er sjálvsagt, at bjarta løtumyndin gerst ein varandi mynd. Vit royna miðvíst at raðfesta íløgur í útbúgving og gransking, vinnumøguleikar, lestraríbúðir og fjølbroytt mentanartilboð, so Føroyar gerast lokkandi hjá ungdómi. Eisini skulu korini hjá lesandi og støkum uppihaldarum bøtast munandi, so hesi kunnu liva og virka í Føroyum. Á fíggjarlógini fyri komandi ár verður peningur settur av til lestrarlund, lestrarstuðulin hækkar og barnafrádrátturin hækkar fyri børn undir skúlaaldur", sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.