17.02.2014 · Løgmansskrivstovan

Forvitnislig vitjan í Tinganesi

Forvitnislig vitjan í Tinganesi

Løgmaður hevur seinnapartin havt vitjan av Henryk Józef Nowacki, biskupi, ið umboðar katólsku kirkjuna í Skandinavisku londunum.
 

Henryk Józef Nowacki, ið býr í Svøríki, er í Føroyum og kunnar seg um virksemið hjá katolikkunum í Føroyum.
 

Hetta er fyrstu ferð, at hann er í Føroyum.
 

Tað er Czeslaw Kozon, katólski biskupurin í Danmark, ið hevur tikið stig til ferðina í Føroyum.
 

Mynd: Czeslaw Kozon, Henryk Józef Nowacki og løgmaður