Størri sjálvsøkni ella meira samhaldsfesti. So einfalt er valið, vit standa fyri á pensjónsøkinum.
Javnaðarflokkurin fer framhaldandi at stríðast fyri, at allir pensjónistar hava rætt til eina góða pensjón – ikki bara tey, sum hava ráð at sæta sær og sínum.
”Pensjónistar kenna seg ikki tryggar”. “Javnaðarflokkurin undirgrevur grundsúlurnar í vælferðarsamfelagnum”. “Fólkapensjónistar skulu aftur liva av olmussu”.
Tað eru ikki hissini spjaldur, sum Javnaðarflokkurin og samgongan fáa, nú ætlanin er at gera nakrar neyðugar broytingar á pensjónsøkinum. Niðurstøðan tykist vera, at samgongan ætlar at skerja inntøkuna hjá fólkapensjónistunum. Hetta er ikki rætt.
Tvørturímóti hava broytingarnar við sær, at fólkapensjónisturin fær fleiri pengar.
Avbjóðingin
Føroyska samfelagið stendur fyri risa stórum avbjóðingum á pensjónsøkinum. Talið av fólkapensjónistum í Føroyum veksur við rúkandi ferð. Longu komandi ár verða heili 400 fleiri fólkapensjónistar, enn tað eru í ár. Hetta hevur við sær, at útreiðslurnar til pensjónsøkið longu í 2016 veksa við 30 milliónum krónum, um onki verður gjørt.
Allir politisku flokkar eru á einum máli um, at tað er neyðugt at gera eina pensjónsnýskipan, sum tálmar vøkstrinum í útreiðslunum til fólkapensjón. Verður hetta ikki gjørt, fara vit sum samfelag ikki at hava ráð til at gera neyðugu íløgurnar í skúla, ungdóm, barnafamiljur o.s.fr., sum er fortreytin fyri framburði og fólkavøkstri.
Tað hevur higartil ikki eydnast at finna semju um politisku kósina.
Øðrumegin hava vit flokkar, sum vilja “amerikanisera” okkara samfelag. Vilja, at vit einans spara upp hvør í sínum lagi.
Hinumegin hava vit aðrar flokkar, sum vilja varðveita samhaldsfesti og sosiala-sáttmálan millum borgararnar og ættarliðini.
Sjálvsøkni
Til ber at velja loysnina hjá undanfarnu samgongu. Við lóg at krevja, at allir føroyingar skulu spara upp 15 prosent av sínari løn til pensjón. Og samstundis ætla, at uppsparda privata pensjónin verður mótroknað í allari fólkapensjónini. Eisini grundarupphæddini. Á tann hátt verður ógvusligi útreiðsluvøksturin til fólkapensjón hildin niðri.
Við hesari loysnini fara vit frá sosialdemokratisku vælferðarhugsjónini, har almenna pensjónin er fyri øll og trygdin fyri einum virðiligum aldurdómi. Ein onnur avleiðing verður, at vit venda aftur til støðuna, áðrenn fólkapensjónin kom í 1959. Eina støðu, har pensjón ikki er ein rættur, men ein olmussuhjálp ella fátækrahjálp, sum bara tey á niðastu rók fáa.
Samhaldsfesti
Vit kunnu eisini velja ta skilabetri loysnina. Loysnina, har øll eiga rætt til eina virðiliga og samhaldsfasta pensjón. Loysnina, har øll rinda inn, og øll fáa úr somu skipan – uttan mun til inntøku ella uppsparing.
Samhaldsfasti er eins og grundarupphæddin í fólkapensjónini ein holl og solidarisk skipan, sum er einføld og bílig at umsita. Samhaldsfasti “umfordeilir” pening millum ættarlið og lønarbólkar, og tú rindar skatt av útgjaldinum.
Vit varðveita og styrkja almennu pensjónirnar við at minka lógarbundna kravið um 15 prosent uppsparing og heldur økja inngjaldið í Samhaldsfasta nakað og lækka lønarskattin.
Vit varðveita og styrkja almennu pensjónirnar við at flyta ein part av grundarupphæddini í fólkapensjónini yvir í Samhaldsfasta. Aldurssamansetingin hevur við sær, at landskassin ikki hevur ráð til at varðveita fólkapensjónina óbroytta. Fortreytin fyri at varðveita fólkapensjónina, sum vit kenna hana í dag, við einari grundarupphædd og viðbót, er neyðugt at gera fólkapensjónina eitt sindur minni í vavi og Samhaldsfasti eitt sindur størri í vavi. Í krónum og oyrum fer hetta at vera ein fyrimunur fyri fólkapensjónistin, tí Samhaldsfasti verður prístalsviðgjørdur á hvørjum ári, meðan grundarupphæddin er ein føst upphædd.
Við broytingini linka vit eisini trýstið á landskassan, sum gevur fíggjarligt rásarúm at hækka viðbótina, so samlaða útgjaldið úr Samhaldsfasta og fólkapensjónini verður hægri, enn í dag.
Fólkapensjónistarnir fáa meira
Døkku lýsingarorðini, sum samgongan hevur fingið omanyvir seg seinastu dagarnar, hava lítið við veruleikan at gera. Við broytingunum í grundarupphæddini, viðbótini, Samhaldsfasta, Kringvarpsgjaldinum og skattalættanum fáa pensjónistarnir slakar 400 krónur meira at liva av eftir skatt og gjøld næsta ár.
Kortini eru smærri avbjóðingar. Í løtuni fáa 7400 fólk, búsitandi í Føroyum, útgjald úr Samhaldsfasta. Av ymiskum orsøkum fáa 266 borgarar ikki fult útgjald úr Samhaldsfasta. Samgongan arbeiðir í løtuni við at loysa hesa avbjóðing.
Javnaðarflokkurin lovaði undan løgtingsvalinum, at pensjónistar, sum í stóran mun bara hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av, skuldu fáa í minsta lagi 500 krónur meira at liva av eftir skatt og gjøld.
Málið er óbroytt. Longu eftir 10 vikum í landsins leiðslu, eru vit longu væl áleiðis at røkka málinum, ið vit lovaðu undan valinum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður